Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Pries stendur á rygginum á nýggja landsliðsvenjaranum hjá kvinnum

Pries stendur á rygginum á nýggja landsliðsvenjaranum hjá kvinnum

Pries stendur á rygginum á nýggja landsliðsvenjaranum hjá kvinnum

FSF: Síðan ársskiftið hevur verið arbeitt við at seta nýggjan høvuðsvenjara til kvinnulandsliðið, og fyrr í vikuni varð komið á mál. Signe Pries Andersen og Christian Andreasen skrivaðu undir sáttmálan, sum tilskilar, at Signe skal vera landsliðsvenjari og harumframt hava dagligt arbeiði á Fótbóltsdeildini hjá FSF, har hon fer at samstarva við feløgini um menning av gentu- og kvinnusíðuni sum heild.

–  Signe hevur góðar og viðkomandi starvsroyndir við sær, og so hóskar hennara menska og virðir sera væl til tann vegin, vit ynskja at flyta føroyskan gentu- og kvinnufótbólt, so vit eru ótrúliga væl nøgd við, at vit nú kunnu kunngera hana sum starvsfólk hjá okkum, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri um nýsetta landsliðsvenjaran.

Sjálv greiðir Signe Pries Andersen frá, at hon gleðir seg sera nógv til nýggju avbjóðingarnar. 

– Eg eri ómetaliga spent til at byrja í starvinum. Eg havi fingið eina góða mynd av føroyskum fótbólti og síggi nógvar spennandi møguleikar í tí arbeiðnum, sum verður gjørt fyri at lyfta gentu- og kvinnufótbóltin í Føroyum. Samansetingin millum landsliðsarbeiðið og gerandisdagin, har vit skulu royna at menna umhvørvini úti í feløgunum, hóskar eisini sera væl til mín, sigur danin. 

##med2##
Signe Pries Andersen og Christian Andreasen, FSF forseti, í samband við undirskriving av sáttmálanum

Góður profilur
Talan hevur verið um eina setanartilgongd, har fleiri møguleikar hava verið kannaðir gjølla, og tekniski stjórin er vísur í, at valið er fallið á besta profilin til júst hetta starvið. 

– Vit hava havt samband við fleiri sera áhugaverdar venjarar, bæði úr øðrum norðanlondum og longri úti í Evropa, so vit eru væl nøgd við tilgongdina. Sambandið við Signe hevur verið gott frá byrjan, og at enda vóru vit ivaleys í, at hon er tann rætta til okkum, sigur Pætur Clementsen. 

Sum spælari hevur Signe Pries Andersen umboðað donsku feløgini Vejle, SønderjyskE, Brøndby og KoldingQ, og hon hevur eitt nú vunnið fimm donsk meistaraheiti og spælt Champions League fjórðings- og hálvfinalur við Brøndby fyrst í 10’unum. 

Útbúgvingarliga tekur hon í løtuni UEFA Pro-venjaraprógv, umframt at hon hevur kandidatútbúgving í ítrótti og heilsu við sergrein í kapping og úrvalsítrótti.

Signe er í løtuni í starvi hjá danska fótbóltssambandinum sum U15 talentvenjari og hjálparvenjari hjá danska U17 gentulandsliðnum, og frammanundan hevur hon drúgvar royndir sum venjari á ymiskum ítróttarháskúlum í Danmark og í kvinnufelagnum KoldingQ.

Júst tí kennist samansetingin millum landsliðsfótbólt og arbeiði í feløgunum røtt fyri júst hana. 

– Eg gleði meg nógv til at sleppa til arbeiðis við landsliðnum, har vit nú eisini kunnu gleða okkum til Nations League kappingina við góðum dystum, har vit veruliga kunnu mennast sum lið. Men eg fari eisini at brúka ein stóran part av míni arbeiðstíð uppá at vera tøk hjá feløgunum til ráðgeving og vitjanir, har vit saman skulu menna lokalu venjingarumhvørvini, og tann partin gleði eg meg eisini sera nógv til. Tað er eisini í tráð við tað, sum eg geri í donskum ungdómsfótbólti í løtuni, sigur Signe.

Flyta í summar
Signe er sum nevnt í starvi hjá DBU í løtuni og hevur tí uppsagnartíð har, áðrenn hon kann byrja í starvinum í Føroyum. Hon hevur mann og tvey børn við sær, tá hon í summar flytir til Føroya, og formelt byrjar hon í starvinum 1. juni.

Skráin hjá kvinnulandsliðnum í nærmastu framtíð eru tveir vinardystir móti Luksemborg í apríl, og hóast nýggi høvuðsvenjarin ikki fær verið við til allan tann túrin, so er samstarvið millum hana og hjálparvenjaran Svenn Olsen longu so smátt við at byrja. Á vitjanini í Føroyum hitti hon nevniliga eisini hjálparvenjaran til eitt innleiðandi prát.

##med3##
Svenn Olsen heldur fram sum hjálparvenjari, her sæst hann saman við nýggja landsliðsvenjaranum Signe Pries Andersen

– Svenn hevur høvuðsábyrgdina á túrinum, men eg eri sjálvandi sera spent og ætli mær eisini at vera við til í hvussu er annan av dystunum. Sum heild er ætlanin í fyrstu atløgu at byggja víðari uppá tey tingini, sum eru ment seinastu árini, so vit hava nógv at tosa um og taka støðu til í felag, sigur Signe og leggur afturat, at hon í tonkunum longu er byrjað at hugsað nógv um nýggja arbeiðið hjá sær. 

– Eg gleði meg til at hitta landsliðshópin og so eisini til lutakastið 2. mai, har vit fara at finna útav, hvørjum vit skulu spæla ímóti í heyst. Harumframt eri eg eisini byrjað at seta meg inn í føroyska fótbóltslandslagið og feløgini, sum eg eisini gleði meg til at samstarva við, sigur Signe Pries Andersen at enda.

Umframt, at Svenn Olsen heldur fram sum hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum, er Rúni Klein Joensen nýggjur sum málmansvenjari hjá kvinnunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo