Fólkaheilsuráðuð: Um dagarnar hevur verið ávarað móti sera vandamiklum rúsevnum. Politiið segði fyrr í vikuni millum annað: “Tað eru ungfólk, sum taka LSD, kanska saman við øðrum rúsevnum”. Í tí sambandi er vert at minna á rúsevnisfaldaran, sum Fólkaheilsuráðið hevur givið út fyri árum síðan. Hesir kunnu eisini fáast í pappírsformi á skrivstovuni hjá Fólkaheilsuráðnum í Svabosgøtu.
Faldarin kann takast niður sum pdf-fíla, og filmsklippið við Armgarð Mortensen, sum klívur í berginum vesturi á Eiðinum í Vági, kann eisin síggjast á leinkju, sum kann takast niður á netinum.
Fólkaheilsuráðið hevur áður lagt út filmsklipp við kendum persónum, har hesir hava verið við til at varpa ljós á bundinskap. Víst verður í hesum førinum á, at betri er at vera rúsaður av náttúruupplivingum, heldur enn vandamiklum rúsevni.
Faldarin: Hent at vita: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo