Mankell skrivaði fleiri enn 40 skaldsøgur og fleiri leikir. Meira enn 40 mió eintøk av bókum hansara eru seldur kring heimin.
Úr søgunum, sum eisini eru gjørdar til film, munnu flestu kenna Kurt Wallander.
Saman við Dan Israel stovnað Henning Mankell í 2001 forlagið Leopard. Svenski Mankell helt eisini til í Mosambik, har hann stóð fyri Teaotro Avenida í Maputo.
Svenska bókmentasendingin Babel varpaði í vár ljós á nýggju skaldsøguna Svenska gummistövlar, har hann eisini greiddi frá sjúku og lívsvilja.
Hann var giftur við Evu Bergman, dóttur Ingmar Bergman. Eigur sonin Jon Mankell, skrivar VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo