Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg var seinasta hósdag úti í Svínoy í arbeiðsørindum.

Á veg inn aftur við Rituni var eitt ensk par við trimum børnum við. Tey vóru farin við tyrluni úr Klakksvík til Fugloyar og komu inn aftur við Rituni.

Ikki er altíð so lætt hjá fremandafólki at ferðast í Føroyum, tí komin til Hvannasunds fingu tey at vita at ongin bussur fór til Klaksvíkar fyri enn 2 tímar seinri.

Onkur annar saman við mær bjóðaði sær at taka tey við til Klaksvíkar og blivur tey koyrd niðan til tyrlupallin í Klaksvík har bilur teirra stóð.

So skuldi henda søgan verið úti, men so var ikki.

Leygardagin var eg og keypti onkur smáting og setti tey inn á baksetri í bilunum.

Tá lá eitt fototól á dørkinum har. Eg var straks klárur yvir at tað vóru ensku ferðfólkini sum høvdu lagt tað eftir.

Hvar vóru hesi ferðafólkini nú?

Eg visti at tey høvdu búð í Funningi nakrar nætur, men skuldu aðrastaðni teir komandi dagarnar, og heim mánadagin.

Eg ringdi so til tey sum høvdu havt samband við ferðafólkini í samband við koyringina til Klaksvíkar.

Onkur kendi onkran í Funningi, so ringt var hagar.

Seinri fekk eg boð um at kunningarstovan í Runavík helst fór at ringja til mín.

So varð tó ikki, tann sum ringdi til mín, var enski ferðamaðurin, sum greiddi frá at tey høvdu leitað eftir fototólinum, verið aftur í Klaksvík á tyrlupallinum tó uttan úrslit, og høvdu uppgivið at finna tað aftur.

Ein tíma seinri var hann aftur í Klaksvík og fekk sítt fototól.

Hans Hendrik Mikkelsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo