Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Hendan fagra summarmorgunin 22. mai, fyllir holli vinmaður mín, Helgi Simonsen, 75 ár.

Tað hevur verið ein fragd, at liva so tætt uppat honum næstan alt okkara langa lív ella frá tí vit vóru 7 ára gamlir, tá vit komu á Garðar at búgva og vit gjørdust næstu grannar.

Helgi er klaksvíkingur, bæði foreldur hansara eru fødd í Klaksvík, hann giftist við Hildigunn, sum eisini á sama hátt er klaksvíkingur. Tað er meiri sjáldsamt, at foreldrini hjá hesum ættarliði bæði eru úr Klaksvík.

Helgi fór blaðungur til skips við mammubeiggja sínum, Palla hjá Marionnu, við “Polarstjørnuni”, so hann fekk veruliga roynt sjólívið. Seinni kom hann at sigla við systkinabarninum Kristiani Martin , við “Christian í Grótinum”, har hann eisini bleiv stýrimaður.

Eftir mong ár kom hann at starvast á landi og gjørdist formaður hjá NFCS, ella hjá Antinisi, sum vit vanliga taka til.

Hann hevur verið arbeiðssamur, ein veruligur slítari. Hevur verið ein góður maður, pápi og abbi, ein inløgumaður, sum eisini gjøgnum árini er komið okkara heimi til góða. Ofta komin inn á skrivstovuna hjá mær við lippum, røstun fiski, flaki o.s.fr.

Tað vóru einar hálvthundrað metrar millum heim okkara, tá vit vóru smádreingir. Vit settu so seinni sjálvir búgv, tá gjørdist bara 20 metrar ímillum heim okkara. Børnini hjá okkum komu at spæla saman.

Haldi eg tori at siga, at Helgi er um ikki – jú eg haldi eg sigi tað – tann mest holli vinurin eg havi átt, hóast vit ikki hava slitið gáttirnar hvør hjá øðrum. Hann hevur altíð verið trúfastur og hjálpsamur.

Í meiri enn hálva øld hava vit tó møtst hvønn jólaaftansmorgun til eina hugnaliga samveru – eisini seinastu jól - nú hann gjørdist meiri skerdur og rørslan tyngdi hann. Hetta hava verið minningarríkar løtur.

Hildigunn og Helgi eiga fýra børn, Ingi, Petur, Hanus og Elsu Mariu. Barnabørnini eru 10 í tali, og barngóður sum Helgi altíð hevur verið, eru tey nógv at síggja í teirra heimi.

Seinasta árið hevur Helgi sitið skerdur, men er sterkur, er góðhýrdur kortini og stuttligur at vitja.

Góði Helgi og góða Hildigunn og øll tykkara, hetta var bara ein stutt heilsan við tøkk fyri gott grannalag og heitt vinalag við orðunum hjá navnframa skaldinum, Mikkjali á Ryggi, “...nei eydnan er at finna, har grannar semjast væl..”.

Profeturin Jeremias sigur: ”...Signaður er maður, ið lítur á Harran, og sum hevur Harran til álit sítt”. Hetta kann sigast!

Takk fyri sera hugnaliga løtu uppi í prestagarðinum hjá Hanusi, saman við fjølskyldu tykkara og øðrum!

Bestu heilsanir

Betty og Jógvan við Keldu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo