Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Helgi saman við Høgna Egilstoft Nielsen, Rógva Egilstoft og John Rødgaard í dysti fyri Føroyar á talvolympiaduni í India í fjør summar. Tað kemur ógvuliga dátt við hjá føroyska talvlandsliðnum at missa stórmeistaran á 1. borði

Helgi saman við Høgna Egilstoft Nielsen, Rógva Egilstoft og John Rødgaard í dysti fyri Føroyar á talvolympiaduni í India í fjør summar. Tað kemur ógvuliga dátt við hjá føroyska talvlandsliðnum at missa stórmeistaran á 1. borði

Helgi saman við Høgna Egilstoft Nielsen, Rógva Egilstoft og John Rødgaard í dysti fyri Føroyar á talvolympiaduni í India í fjør summar. Tað kemur ógvuliga dátt við hjá føroyska talvlandsliðnum at missa stórmeistaran á 1. borði

Talvsambandið: Ein ósemja millum Helga Dam Ziska og Talvsamband Føroya ber í sær, at føroyski stórmeistarin nú gevst á føroyska talvlandsliðnum.

Helgi verður tí ikki við, tá Føroyar í heyst skulu kappast í stóru EM-stevnuni fyri landslið.

Síðani Føroyar fingu sín fyrsta stórmeistara í 2016, hevur Helgi Dam Ziska havt sáttmála við Talvsamband Føroya um samsýning fyri at telva á landsliðnum. Hesin sáttmáli gekk út á nýggjárinum. Men Talvsambandið er ikki sinnað at leingja sáttmálan.

Í staðin hevur starvsnevndin í Talvsambandinum gjørt nýggjan leist um dagpengar fyri teir, sum telva á landsliðnum. Nýggi sáttmálin ber í sær eina útjavningarskipan. Fyri hinar á landsliðnum er nýggja avtalan ein týðandi bati. Men hjá stórmeistaranum er hon eitt afturstig. 

Helgi Dam Ziska hevur í staðin talað fyri einari avtalu, sum er at kalla meinlík henni, ið hann hevur við Havnar Telvingarfelag fyri dystir í landskappingini, men Talvsambandið er ikki sinnað at ganga hesum ynski á møti.  

Tað hevur fingið Helga Dam Ziska at taka seg av landsliðnum. 

Formaðurin í Talvsambandi Føroya, Ingi Wiberg, hevur onga viðmerking til trætuna millum Talvsamband Føroya og Helga Dam Ziska.

Dyggur smeitur
At Helgi Dam Ziska ikki fer at umboða Føroyar í altjóða telving er ein ólukkulig støða. Ítróttarliga er tað stórt afturstig. Við Helga á 1. borði høvdu Føroyar verið favorittar at endurvunnið smálandakappingina, sum eisini verður í heyst. Uttan hann verður uppgávan møtimikil. 

Helgi Dam Ziska sigur, at hann vil ógvuliga fegin telva á føroyska landsliðnum, og harmast um støðuna, sum nú er íkomin. Helgi hevur verið fastur fúsur á landsliðnum síðani hann sum 16 ára gamal var á talvolympiadu á fyrsta sinni. Síðani 2008 hevur hann uttan slit røktað krevjandi uppgávuna á 1. borði í OL, í EM og í smálandakappingunum. Einasta undantakið var smálandakappingin í 2015.

Talvsambandið hevur gjørt av at senda landsliðið við í stóru EM-stevnuna í Montenegro í november. Tá er mótstøðan øgilig. Einki av hinum liðunum í smálandakappingini er við í EM. Føroyar hava tvær ferðir verið við í EM. Báðar ferðir hevur gingist væl. Men Helgi hevur tá verið heilt avgerandi sum bulvirki á 1. borði. 

Talvsambandið hevði annars stórar ætlanir við landsliðnum. Í fjør heyst var avtala gjørd við Ivan Sokolov, sum leiddi Usbekistan til sigurs á talvolympiaduni í India í fjør, um at fara undir skipaðar venjingar við telvarunum á føroyska landsliðnum. Men longu í summar boðaði Sokolov Talvsambandinum frá, at hann var ikki sinnaður at halda fram við hesum samstarvi. 

EM-liðið sett
Talvsambandið hevur nú kunngjørt liðið til EM-stevnuna í Montenegro í november.

Manningin er henda:
1. Høgni Egilstoft Nielsen
2. Martin Poulsen
3. Rógvi Egilstoft
4. John Rødgaard

Eingin eykamaður er. 

Frammanundan skulu Føroyar telva smálandakapping á Guernsey. Tann kappingin verður um mánaðarskiftið oktober/november, men enn er ikki heilt greitt, hvørjir fara at manna føroyska liðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo