Sersambandið fyri súkkling og triatlon: Tað er vanligt, at lond leggja nationalu kappingina í langteini á fjallasúkkling um heystið. Ofta tí at kappingin merkir endan av kappingarárinum og at styttri og skjótari teinarnir liggja fyrr á árinum. Seinsummarið og heystið kann tá við føgru litum sínum og milda summarveðrinum fevna um longu fjallasúkklukappingina. So hevði kanska verið, um kappingin var hildin fyrst í septembur, sum ætlað. Í staðin fyri blíðan summarvind, stóðu nógvu súkklararnir í vetrarkulda og hurrandi vindi á startinum klárir at fara avstað hendan leygardagin síðst í oktobur.
LØGDU HART ÚT
Kanska var tað kuldin og nógvi vindurin, ella var tað kátið um at sleppa út at súkkla, men fjallasúkklarnarir herdu á beint frá byrjan og bardu seg gjøgnum monsunin undir Fjallið og drúgvu leiðina eftir gøtum niðan til Villingardalsbyrgingina. Helgi Winther Olsen úr Fjallasúkklufelagnum setti kós, meðan Andrass Joensen, Gunnar Dahl-Olsen og Jákup Petur Eliassen allir úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag eltu sum teir næstu í hølunum á Helga. Komnir framvið byrginini sleyt í millum súkklararnar, og spakuliga dróg frástøðan longri út. Aftaná at hava rundað framvið motocrossbreytini, varð súkklað út til myllurnar á Gellingarkletti at venda, og síðani aftur móti Havnadali runt framvið viðarlundini og Sandá áðrenn málið við skótaleguna. Helgi helt javna frástøðu til Jákup Petur, og hesir báðir drógu spakuliga men trygt undan hinum, soleiðis at tá fyrsta umfar var farið afturum var munurin millum teir báðar fremstu ein góðan minut, og síðani fýra minuttir aftur til Andrass á triðja plássi og 7 minuttir aftur til Gunnar á fjórða plássi. Trý umfør skuldu súkklast á hesum teininum.
LANGT Á MÁL
Langteinur snýr seg sum sagt um at súkkla langt, og tí er júst tað við at økonomisera orkuna eitt lyklapunkt. Fleiri luttakarar merktu hetta og gjørdist móðir. So mikið, at onkur bað um olmussu fyri at koma á mál aftaná at verða farin út á annað umfar. Fyri at sleppa út á triðja og síðsta umfar, skuldi ein koma um málstrikuna á øðrum umfari áðrenn tveir og ein hálvur tími var farin. Helgi Winther Olsen helt trýstinum og økti spakuliga frástøðuna til Jákup Petur á øðrum plássi. Komnir runt á øðrum umfari var tíðin hjá Helga 2 tímar 22 min og hann streyk út á síðsta umfar. Jákup Petur Eliassen var eisini innanfyri tíðarmarkið smáar tríggjar minuttir aftanfyri Helga, men steðgaði og fór ikki út á eitt seinasta umfar. Hann tryggjaði sær tó annaðplássið við hesum, tí at Andrass Joensen var akkurát ov stuttur at røkka tíðarmarkinum, tá hann kom um málstrikuna á øðrum umfari í tíðini 2 tímar 30 min og 45 sek á einum triðja plássið samlað. Andrass átti tá munin á Gunnar Dahl-Olsen á fjórða plássi við góðum níggju minuttum.
HELGI SIGRAÐI FYRI 13 FERÐ Í FM LANGTEINI Í FJALLASÚKKLING
Tá Helgi góðan tíma seinni kom á mál aftaná trý umfør í tíðini 3 tímar 35 min 26 sek, gjørdist hann FM vinnari í hesari greinini fyri 13 ferð síðani hon á fyrsta sinnið varð hildin í 2011. Tað var tá Fjallasúkklufelagið varð stovnað, at farið var undir at skipa FM í trimum fjallasúkklugreinum. Umframt langtein er tað í stuttteini og olympiskum teini. Undan 2011 var árliga skipað fyri FM í fjallasúkkling, sum tá var á teini, ið var áraka 90 min sum olympiskur teinur. Síðani 2010 hevur Helgi vunnið øll FM heitini undantikið eitt, tá Hilmar Hansen gjørdist føroyameistari. Við hesum triðja FM heitinum í fjallasúkkling í ár, vann Helgi sostatt FM heitið nummar 39 umframt 10 FM heiti í vegasúkkling.
Spurdur, hvat Helgi Winther Olsen sjálvur hugsar um hetta, og hvørji mál hann hevur fyri framman, svarar hann:
“Tað var nógv. Ov nógv. Mítt mál er og hevur leingið verið, at yngri og sterkari súkklarar leggjast afturat, soleiðis at tað verður sum rætt er, at eg ongan kjans havi. Vit mugu skipa umstøður, soleiðis at til ber hjá ungum at spæla á súkklu og at onkur kanska velur at gerast súkklari. Vit hava so stóran tørv á, at feløg skipa venjingar og tiltøk og at kommunur og land spæla við at byggja fjallasúkklugøtur og súkklispælipláss í býi og á bygd. Eg síggi so nógv børn hava fantastiskar møguleikar, tá eg ferðist kring heimin, og í Føroyum hava vit slett yvirhøvur einki sum bara byrjar at líkjast súkklimøguleikum. Eg síggi hvussu stóra gleði tað gevur hinum børnunum, og hvussu sjálvbjargi tey kunnu spæla. Men hjá okkum er næstan beint øðrvísi, at vit gera tað alsamt torførari at byrja at súkkla. Vit mugu byrja við at skapa møguleikarnar. T.d. við at børn súkkla í skúla og at allir skúlar hava súkklispælipláss. Tað hevði tænt samfelagnum væl.”
ÚRSLITINI
Úrslitini síggjast á webscorer:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo