Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Helgi Abrahamsen fýlist á FNU og Veðurlagslóg NÙ um uppskot at seta forboð móti at brúka dieselolju til upphiting fyri øll hús, nýggj sum gomul innan 2030.

Kann væl taka undir við Helga at ikki nógv skil er í FNU ella Veðurlagslóg NÚ, men vil so eisini halda at Helgi hevur sovið væl á BK17 Bygningskunngerðini ta tíð hann sat sum landsstýrismaður.

Leggjast skal um til ravmagn og hitapumpur til upphiting, men eingin orsøk er at lata orkuna fara til spillis við stórum orkutapi við illa bjálvaðum bygningum.

BK17 boðar frá, at mest loyvda orkunýtsla fyri bústaðir, studentagarðar, næmingaheim, hotell o..a. er 70+2200/A kWtímar/m2/ár, har A er upphitaða hæddarvíddin.

Tað vil siga at eini sethús á 100m2 ikki mugu hava hægri orkunýtslu enn 92kWtímar/m2/ár.

Í BK17 verður eisini skrivað soleiðis: "Orkukarmur 2018 við 55+1600/A kWtímar/m2/ár kann væntast at verða eitt krav í 2018". Altso ein herðing av orkukarminum við 23% ella góðar 71kWtímar/m2/ár fyri eini 100m2 sethús.

Hetta markvirði var tað danir høvdu í síni bygningskunngerð í 2008.

Í dag er orkukarmurin fyri eini sethús í Danmark settur til 40kWtímar/m2/ár, ið á ongan hátt er nakar trupulleiki at røkka. Tvørturímóti kann uttan hóvasták og stórar eyðka útreiðslur komast væl longur niður í orkunýtslu.

Frá 10 til 20kWtímar fyri m2 fyri eini sethús letur seg væl gera við hitapumpu, góðari bjálvingartjúgd og ískoyti frá sólorku.

Vísta dømi eru nýbygd hús í Leynum í 77m2 hæddarvídd. Har er orkunýtslan góðar 20kWtímar/m2/ár. Bjálvað er við pappírsull í 40cm tjúgd og gólvið við 25cm trýstbjálving. Hitapumpan hevur eitt SCOP virði á 4,5, og konvektiónin / lufttættleikin er so gott sum fløskutættur við 0,02litur/sek./m2. Og vindeyguni eru sjálvandi lágorkuvindeygu við dupultum termoglasi.

Heldur serstakt er so eisini talan um at húsið er uttan guvubyrging (damsperru) og tí við avbera góðum innandura komforti. Við nøkrum fáum m2 av sólorku á tekjuni kann orkunýtslan koma niður til tætt við 10kWtímar/m2/ár, ella 1/10- part av tí BK17 setur sum mark.

Væl hevur FNU ikki nógv at vísa á við skili í, men spyrjast kann eisini hvørji átøk Helgi Abrahamsen tók stig til tá hann sum ábyrgdandi landsstýrismaður hevði møguleikan at herða orkukarmin... enntá nakað væl meira enn fráboðaði 2018 karmurin?

Nei, Helgi gjørdi einki, purt einki, og dettur tí í somu grøv sum FNU og Veðurlagslóg NÚ.

Hann hevur einki boð til herðing av orkukarminum, og heldur einki boð uppá skilagóð stig at minka javnt um CO2 útlát og heldur ikki til ravmagnsnýtslu til upphiting og heitt vatn.

Kári Thomsen ark.MAA

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo