Helena Kjeld letur upp mynda- og málningaframsýning í Ribarhúsi sunnudagin, 12. juli kl 16:00.
Helena er dóttir Fridrikku og Høgna Kjeld. Hon er uppvaksin úti í Rossagerði í Fuglafirði í einum vøkrum umhvørvi.
Abbi hennara í faðir legg Jóhan Kjeld og langabbin Jacob Kjeld vóru stak góðir teknarar.
Helena hevur gingið á Cambridge school of visual & performing arts og hevur lisið her um grafiska sniðgeving og myndprýðing.
Hon var liðug við tað skriftliga til jóla, og tað verkliga er hon liðug við fyri stuttum.
Hetta er ein vøkur tilgongd, tá ið komið verður til tað listaliga.
Framsýningin hongur uppi til hósdagin 23. juli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo