Helena Kjeld letur upp mynda- og málninga sýning í Ribarhúsi næsta týsdag, sum er týsdagin 10. mars kl 16:00.
Helena er dóttir Fririkku og Høgna Kjeld. Hon er uppvaksin úti í Rossagerði í Fuglafirði í einum vøkrum umhvørvi. Abbi hennara í faðir legg Jóhan Kjeld og langabbin Jacob Kjeld vóru stak góðir teknarar.
Helena gongur á Cambridge school of visual & performing arts og hevur lisið her um grafiska sniðgeving og myndprýðing.
Hon var liðug við tað skriftliga til jóla, og tað verkliga verður hon liðug við í summar. Hetta er ein vøkur tilgongd, tá ið komið verður til tað listaliga.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo