Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Føroyingar vilja hava sjálvstýri.

Hví hava vit so ikki fingið tað?

Orsøkin er, at nógv av teimum, sum ynskja at fáa sjálvstýri, halda at vit ikki hava ráð enn.

Fyrst skulu vit mennast, og so kemur tann stóri dagurin, tá okkara dreymur kann setast í verk.

Hvat nú um hesin dagur longu er komin? Skulu vit so drála?

Í veruleikanum kom dagurin í 2016, tá okkara bruttotjóðarúrtøka fyri hvønn íbúgva fór upp um ta hjá dønum. Tá kundu vit havt boðað donsku stjórnini frá, at vit ikki longur høvdu brúk fyri teimum pengum, sum hon sendi okkum, og vit tóku við tí sjálvstýri, sum hon hevði bjóðað okkum at fáa tá tað hóvaði okkum.

Men nú eru vit á rættari leið.

Orsøkin er úrslitið av løgtingsvalinum. Ein av sjálvstýrisflokkunum, Framsókn, fekk eina lyklastøðu í tingingunum og hevur longu fingið Sambandsflokkin at skera 60 milliónur av donsku veitingunum. Hesar 60 milliónirnar skulu fíggjast av okkara skattgjaldarum.

Landsstýrið hevur skyldu til at nýta inntøkur sínar á ein slíkan hátt, at vit fáa sum mest burturúr. Nú meta Sambandsflokkurin og Framsókn, at tað er so týdningarmikið fyri okkum at fáa sjálvstýri, at teir halda at landskassin skal nýta 60 milliónir til hetta endamál.

Spurningurin er á hvønn hátt vit fáa sum mest sjálvstýri burtur úr hesi játtan.

Her er ein møguleiki, at nýggja landsstýri boðar donsku stjórnini frá, at vit fáa sjálvstýri við virknaði frá 1. januar 2023. Frá hesum degi skulu danir einki gjalda til okkara og ikki ráða yvir nøkrum hjá okkum.

Hvussu skulu vit klára hetta fíggjarliga? Tá hava vit júst fingið eina nýggja fíggjarlóg, har einki er avsett til kostnaðin av at fáa sjálvstýri.

Hetta er ein vansi sum kann koma øllum londum fyri. Øllum er fyri knappliga at noyðast at gjalda óvæntaðar útreiðslur av kríggi ella øðrum vanlukkum.

Tað sum tá verður gjørt er at ríkið tekur upp lán frá borgarum sínum við trygd í skattainntøkuni í komandi árum.

Tá vit nú samtykkja at nýta 60 milliónir til at seta sjálvstýri í verk kunnu vit spyrja hvussu stórt lán fæst fyri hesa rentuupphædd. Tað er skjótt at rokna at eitt slíkt lán er upp á 3 milliardir krónur.

Hetta vil siga, at vit uttan nakað hóvasták kunnu arbeiða sum eitt sjálvstýrandi ríki í trý ár við tí játtan sum er upp á tal.

Men vilja føroyingar reisa eina slíka upphædd?

Vit hava nógvar milliardir standandi í øllum møguligum grunnum. Danskir myndugleikar noyða hesar at seta peningin í útlendsk virðisbrøv. Fáa vit okkum sjálvstýri 1. januar komandi, eru tað okkara egnu myndugleikar, sum hava eftirlit við um hesir grunnar gera skilagóðar íløgur, og tað er greitt, at eingin íløga kann vera tryggari enn landskassin í einum so ríkum landi sum Føroyum.

Hvør dagur vit drála við at fáa okkum sjálvstýri er okkum tí dýrur!

Zakarias Wang

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo