Sambært mátingunum hjá Landsverki er heitt um alt landið aftur í dag, men mesti hitin er at finna norðanfyri. Soleiðis vórðu máld 21 stig á Viðareiði um middagsleitið, í Vágum um 19 stig og við Gjógv og í Tjørnuvík og har um leiðir eisini 18-20 stig.
Í Suðuroynni og Sandoynni var nakað svalligari, har lá hitin um 16-18 stig, ímeðan tey í høvuðsstaðnum muga finna seg í vanligum føroyskum summarveðri, har er hitin um eini 12-14 stig sambært Landsverki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo