Kend nøvn sum Richard Dean Anderson, Rutger Hauer, Eric Balfour, Ross McCall, Cliff Simon, Clive Standen, Shannen Doherty, Perry Reeves og Anthony Kiedis úr Red Hot Chili Peppers taka nú lógvatak saman við Sea Shepherd til tess at leggja trýst á føroyingar at gevast við at drepa grind.
Risa stóra amerikanska handilsketan Costco, sum selur føroyskan laks, hevur nú fingið bræv, har kendu fólkini heita á handilin um ikki at selja føroyska laksin.
Brævið er stílað beinleiðis til forstjóran, Craig Jelinek. Tað er dagfest 7. juli, dagin eftir grindina í Hvannasundi.
Greitt verður frá "óneyðuga og harðrenda føroyska siðinum" at drepa grind.
Sea Shepherd hevur heitt á sínar limir um eisini at senda brøv, fyri at leggja størri trýst á handilsketuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo