Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Summarfestivalurin: Tvey av fremstu og mest aktuellu tónleikanøvnunum í Føroyum vera við á Summar Festivalinum í ár.

Guðrið Hansdóttir og Marius Ziska hava konsertir á landsins størsta tónleikatiltaki í august.

Guðrið Hansdóttir hevur givið tónleik út síðani 2007, og hesi árini síðani hevur hon regluliga gjørt vart við seg við útgávum og framførslum. Seinasta útgávan, tann frálíka Gult Myrkur, kom út í fjør, og við henni legði Guðrið fantastiskar sangir afturat sínum ríka sangskatti. Nú kemur Guðrið Hansdóttir við bólki á Summar Festivalin at framføra.

Marius Ziska er tað heitasta navnið í føroyskum tónleiki, eftir at bólkurin hevði framúrskarandi konsertir saman við Føroya Symfoniorkestri og gevur nýggja plátu út. Marius Ziska hevur við sínum fangandi og sveimandi sangum skapt nakað heilt serligt í føroyskum tónleiki. Í august framførir Marius Ziska á Vágsbø.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 3. til 5. august.

Sunnukvøldið á midnátt hækkar prísurin á atgongumerkjum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo