Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Tórbjørn Jacobsen á Facebook: Prestur okkara hevur við sínum hjálparfólkum av álvara fingið eina nýggja dimensión inn um kirkjugátt. Hetta eru annars tvey fyribrigdi, sum í øldir hava gingið hond í hond, kirkjan og listin, málningalist og tónlist, men hesar afturvendandi ferniseringarnar hjá føroyskum listarmálarum í Glyvra kirkju vóru ikki gerandiskostur hjá okkum, sum hava gingið ta gomlu kirkjugøtuna frá barni av.

Í kvøld var tað Zacharias Heinesen sum sýndi fram. Við mínum lítla skili haldi eg meg vita, at hann er í broddi fylkingar í málningalistini, kanska hin fremsti í løtuni, nú hann er um 80 ára aldur. Sum tey flestu vita, er hann sonur hin heimskenda multikunstnaran William Heinesen, ið helst er mest gitin sum høvundur. Í løtuni verða “De fortabte spillemænd” týddir til kinesiskt. Mamma Zacharias var Lisa, slektað úr Kollafirði.

Hópur av fólki var komin saman í kirkjuni, hugsi ikki at eg havi sæð so mong til eina fernisering áður, og tað sigur ikki so lítið. Væl fleiri enn til djáknaguðstænastu vanligar sunnudagar.

Les meira + myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo