- Eg eri so oftani sum eg kann í Føroyum. Eg plagi at steðga einar tríggjar vikur, og tað geri eg eisini hesaferð. Soleiðis sigur navnframa Sarah Mahfoud, sum er professionellur nevaleikari, við VP. Hon býr í Danmark, men er í hesum døgum í Vestmanna, har hon saman við øðrum í familjuni heldur jól og nýggjár saman við ommuni.
Sarah vann sær IBF heimsmeistaraheiti í fjøðurvekt í summar, og ætlanin var, at hon skuldi til Las Vegas at boksa um enn ein titul í desember, men alt varð avlýst vegna korona.
Hon keðir seg ikki, ímeðan hon er í Føroyum.
- Eg renni í bygdini, gangi túrar og fari á venjingarmiðstøð, sum eg ikki kann í Danmark, tí har er alt stongt av smittuni, sigur Sarah Mahfoud. - So tað er stórur fyrimunur fyri meg at vera her heldur enn í Danmark, har avmarkingarnar eru nógv størri, sigur hon.
Eitt annað sum lokkar er føroyski maturin, sum henni leingist eftir, tá hon er í Danmark.
Omman, Maria Nielsen, ella Maria hjá Olivari sum vestmenningar siga, er 89 ár, og fylgir væl við í, hvussu tað gongur hjá Sarah.
Sarah Mahfoud lesir til sjúkrasystir á triðja ári.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo