Heimskendi operasangarin Placido Domingo verður skuldsettur fyri í áratíggir at hava framt sexónáðir móti kvinnum.
Tað skrivar tíðindastovan AP.
Tilsamans átta sangarar og ein dansari siga, at tey eru vorðin útsett fyri sexsjikanu av sponsku superstjørnuni.
Domingo hevur ikki svarað spurningum frá AP, men hevur almannakunngjørt fráboðanina niðanfyri.
One accuser said opera superstar Placido Domingo stuck his hand down her skirt and three others said he forced wet kisses on their lips. His response below. Read more: https://t.co/zWzwZefrK3 pic.twitter.com/7iHyVNkyKZ
— The Associated Press (@AP) 13. august 2019
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo