Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Á ráðstevnuni "Samskifti, samstarv og sambond", sum verður í apríl fer prof. dr. of counselling Lorraine Hedtke at greiða frá síni gransking og arbeiði við fólki, ið liggja til at doyggja og sorgini hjá teimum sum sita eftir.

Hon hevur vent vanligu sálarfrøðiligu fatanini av, hvussu man arbeiðir við sorg, á høvdið og hevur ferðast í meiri enn 25 ymiskum londum og lagt fólki lag á.

Hon sigur í bókum sínum millum annað, at sorg ofta verður sædd sum nakað, vit noyðast at leggja afturum. Heldur vísir hon á alternativar hættir at tosa um sorg og deyða, har denturin verður lagdur á at minnast tann, sum er farin. At minnast aftur á snýr seg um ugga, vón og at fáa eina betri tilveru, har man ikki hongur fast í pínuni og missinum. Tað snýr seg millum annað um at skapa søgur um tann, sum farin er.

Til ber at lesa meiri um hennara tilgond, sum hevur stóra undirtøku í øllum heiminum, her: http://www.rememberingpractices.com/.

Meira um ráðstevnuna á www.faroeconference.com

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo