Ísraelski varasendimaðurin í Danmark, Jonathan Lebel, verður í Føroyum í vikuni fyri at presentera nýggjasta dokumentarfilmin um 7. oktobur, ið hevur heims-premieru í Føroyum.
Í filminum eru frásagnir frá fólki ið yvirlivdu álopini, sum Hamas framdi á NOVA festivalinum og í kibbutzunum í suður Ísrael tann 7. oktober 2023.
Eisini verður ein framsýning av tekningum hjá ísraelska listamanninum Ze’ev Engelmayer, framsýningin kallast
"The Daily Postcards”
Sýningarnar eru 28. august í Finsen Aulini kl 19:00 Tórshavn og 29. august kl. 19:30 í Varpinum í Klaksvík.
Vegna strong trygdarkrøv verða fólk biðin um at hava okkurt slag av ID at vísa. t.d. koyrikort.
Sýningarnar eru ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo