Um kríggið millum Hamas og Ísrael herðist, kunnu oljuprísirnir verða trýstir út á higartil ”ókendan sjógv”, sum so gevur hækkandi matvøruprísir kring allan knøttin.
Tað er orðaljóðið í ávaringini hjá Heimsbankanum sambært tíðindastovuni AFP.
Hósdagin segði fíggjarmálaráðharrin í USA, Janet Yellen, at Joe Biden-administrasajónin fylgir neyvt við búskaparligu avleiðingunum av krígnum millum Ísrael og Hamas.
- Higartil hava vit ikki sæð tær stóru globalu avleiðingarnar, segði hon sambært TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo