Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Rithøvundurin Paulo Coelho er føddur í Rio de Janerio í 1947. Í bókini Alkymisturin sigur hann søguna um unga drongin, Santiago, ið var hirði og ansaði eftir seyði í teimum andalusisku fjøllunum í Spania.

Santiago setti sær sum mál at fylgja sínum dreymum. Hann leitaði eftir eydnuni, lívsins fyllu og ríkidømi. Á ferðini hitti hann ein “alkymist”, t.e. er ein andaligur persónur, ið megnar kynstrið at reinsa og brenna gull.

Høvuðsboðskapurin í bókini er, at løtan nú er avgerandi. Hóast málið er einastaðni fyri framman, er hvør løta og stund virðismikil. Løtan er lívið og møguleikin.

Løtan er óendaliga virðismikil, tí hon kemur ongantíð aftur. Tað ræður um at nýta og njóta hana. Tað er óheppið at leypa nútíðina um fyri tess skjótari at koma inn í framtíðina.

Tvær ferðir hevði Santiago droymt sama dreymin, at hann vildi finna heimsins dýrasta skatt við pýramidurnar í Egyptalandi. Hóast tað heimliga var gott og trygt, velur hann at fara tvørtur um Miðjarðarhavið og kemur til Tanger í Norðurafrika. Har hitti hann ein andaligan gullsmið. Saman avgjørdu teir báðir at fara eystureftir til tess at finna eydnuna.

Í Norðurafrika hittu teir ein vinnulívsmann, ið skipaði ferðafólkaflutning við kamelum, og teir komu ásamt um ferðina. Tann vinnurekandi leitaði sær síðani ráð hjá einum vísmanni, tí farleiðin var vandamikil.

“Hví ynskir tú at kenna framtíðina”, spurdi hin vísi. Tann vinnurekandi svaraði: “So veit eg, hvat gerast skal, og eg kann broyta tað, ið eg ikki ynski skal henda! Tá eg veit, hvat skal henda, kann eg fyrireika meg og vera búgvin at møta framtíðini.”

Tann vísi var ikki sannførdur av svarinum og segði: “Um framtíðin er tær bjørt, er vitanin løtt at bera. Er hon døpur, kemur tú at bera eina tunga byrðu langt áðrenn, tað dapra hendir.

Tá fólk søkja sær ráð hjá mær, kenni eg ikki framtíð teirra. Eg beri einans fram ein spádóm, tí framtíðin hoyrir Guði til, og hann opinberar framtíðina á serligan hátt undir serligum umstøðum.

Og hvussu kann eg so meta um framtíðina? Jú, loyndardómurin er løtan nú, og nútíðin ber ávís tekin. Um tú livir í trúfesti móti løtuni, ert tú betur fyrireikaður til framtíðina.”

Hin vísi maðurin legði afturat: “Dvøl í minni mun við framtíðina, men liv hvønn dag alt lívið í áliti á, at Guð hevur umsorgan fyri børnum sínum. Hvør dagur ber í sær ævinleikan.”

Mangt ymiskt møtti teimum á leiðini eystureftir. Loksins koma Santiago og tann andaligi gullsmiðurin til Egyptalands, og Santiago fór við tað sama at grava. Hann gróv av øllum alvi, so bæði hendur og føtur bløddu.

Tann andaligi gullsmiðurin spurdi undrandi, hví hann leikaði so í og ikki tók tað róligt.

Tá fekk hann at hoyra um dreymin og hin virðismikla skattin.

“Hasum skalt tú ikki trúgva, so fávitskutur mást tú ikki vera”, segði tann andaligi gullsmiðurin. “Her á hesum staðnum, sum tú liggur, droymdi eg fyri tveimum árum síðani tvær ferðir sama dreymin.

Eg droymdi, at eg skuldi fara til Spania og finna eina niðurdotna kirkju, har hirðarnir plagdu at goyma fylgi sínum um náttina. Í leivdunum vaks eitt morberjatræ inni í skrúðrúminum. Um eg gróv við rótina á trænum, vildi eg finna tann fjalda dýrgripin.

Men, so býttur eri eg ikki, at eg leggi leiðina tvørtur um oyðimørkina, tí eg havi droymt sama dreymin tvær ferðir.”

Santiago fekk almikið at hugsa um. Hann gavst at grava og helt leiðina vestureftir.

Hann kom aftur á gamlar kendar leiðir í teimum andalusisku fjøllunum.

Tað var seint á kvøldi, tá ið hann loksins kom til ta gomlu kirkjuna. Morberjatræið stóð framvegis í skrúðrúminum, og hin stjørnuklára luftin gav gott sýni. Mundi tað veruliga vera á fedranna lendi, at eydnan var at finna?

“So rótleyst er sinni títt altíð á ferð, // tað tykist, sum gloymir tú virðini her. // Hví droymir tú heldur um fjarskotin lond, // enn síggja tað vakra, sum er í nánd.”

Tann kristna trúgvin er væl meira jarðbundin enn sveimandi. Gud elskaði heimin so høgt, at hann gav mannaættini sonin Jesus sum frelsara. Jørðin er okkara virkisøki, og vit tæna Guði við at taka okkum hvør av øðrum í tí dagliga.

Á útoyggj lærdi eg máliskuna, at tvinni viðurskifti gagna lívi hins einstaka. Tak jørðina í álvara og greið trúfastur tín setning í nærumhvørvinum. Tak jørðina í álvara og ver búgvin at møta tínum Guði, tá ið tú verður kallaður til hvíldar.

Ævinleikin í trúnni á Jesus Krist er nútíð. Tað, ið koma skal, er longu byrjað. Amen.

Orðið: “Uppaftur er himmiríkið líkt einum keypmanni, ið sóknaðist eftir vøkrum perlum. Og tá ið hann fann eina sera dýrabara perlu, fór hann avstað og seldi alt tað, ið hann átti, og keypti hana.” (Matteus 13,45-46).

Jógvan Fríðrikson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo