Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sambært Løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum kom í gildi hin 1. jan 2015 skuldi skipanin um heimahjálp endurskoðast í 2020.

Kommunurnar eru fyri tíð síðani byrjaðar at endurskoða tann partin av lógini, ið snýr seg um fígging av Heimahjálpini/heimatænastuni, veitingar v.m.

Av tí at tað eru eldri og avlamin, ið eru høvuðsbrúkarar av teimum tænastum, sum Heimahjálpin hevur at bjóða, er av stórsta týdningi, at Eldraráðið í Tórshavnar Kommunu og onnur umboð fyri pensjónista- og eldrafeløg gera vart við, at týðandi ábøtur mugu verða gjørdar á verandi skipan um heimahjálp. Hetta fyri at tryggja, at Heimahjálpin verður broytt soleiðis, at tey eldru kunnu fáa ta hjálp og tær tænastur, sum tey hava tørv á, ynskja og hava stórliga brúk fyri.

Tað er alneyðugt, at verandi skipan um heimahjálp verður broytt, so skipanin um Heimahjálp kann samsvara við tann tørv og tey ynski, tey eldru í okkara samfelag hava.

Í forarbeiðnum til løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., ið varð sett í gildi í 2015 varð stórur dentur lagdur á ta meginreglu, at heimahjálp skuldi verða veitt eldri og óhjálpnum, soleiðis at hesi fólk skuldu ”kunna búgva í egnum heimi longst møguligt”.

Henda meginregla, um at fólk skulu kunna búgva í egnum heimi longst møguligt, vísti seg als ikki at halda. Í staðin fingu vit eina skipan um heimahjálp, sum einabest kann lýsast sum verandi ein skipan, sum snýr seg um at eldri og óhjálpin skulu búgva ” longst møguligt í egnum skitti”.
Í 2015 fingu vit eina amputeraða og ónøktandi skipan um heimahjálp, sum gjørdi at eldri og óhjálpin ikki kundi fáa Heimahjálp, har reingerð varð ein integreraður partur av hjálpini.

Við lóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. frá 2015 varð hjálpin, ið kann fáast frá Heimahjálpini tulkað at snúgva seg um, at eldri og óhjálpin einans kunnu fáa hjálp til persónligt reinføri, og at tryggjast skuldi, at tey eldru skuldu fáa fyriskrivaðan heilivág. Frá almennari síðu varð hildið uppá, at Heimahjálpin ikki fevndi um gólvvask, reingerð av toiletti ella aðra reingerð.

Úrslitið av hesum gjørdist, at eldri og óhjálpin, sum ynskja at búgva í egnum heimi longst møguligt, men sum ikki trívast og ikki ynskja at búleikast í skitti og ”nullermonnum” í egnum húsum í staðin søkja um at sleppa á ellis- ella røktarheim, har starvsfólk eru, sum syrgja fyri reingerð av búrúmum.

Skulu eldri og óhjálpin kunna búgva í egnum heimi longst møguligt, er alneyðugt, at skipanin um heimahjálp aftur fer at fevna um reingerð. Reingerð er ein avgerðandi fortreyt fyri at ”eldri og óhjálpin skulu kunna búgva í egnum heimi sum longst”.

Tórshavn hin 15. februar 2021
Ingrid S. Henriksen, varalimur í Eldraráðnum í Tórshavnar Kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo