Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Heimafriður: Mánakvøldið, 10. desember. 2018, varð felagið Heimafriður stovnað. Fleiri enn 60 fólk ymiska staðni úr landinum høvdu leitað sær í Skótahúsið við Løkin í Runavík til stovnandi aðalfundin.

Á fundinum bleiv soljóðandi endamálsorðing viðtikin:

”Endamál felagsins er at virka til frama fyri heimafriði og heilsubetri umhvørvi hjá íbúgvum í Føroyum. Ótolandi larmur, ristingar, roykur og ljós frá skipum ella øðrum havnavirksemi skal ikki sleppa at hava negativ árin á bústaðarøki framyvir.”

Nógv er broytt hesi trý árini, og tað hevur eydnast felagnum at fáa politikararnar at flyta seg og viðganga, at larmur frá skipum er ein trupulleiki, sum takast má í álvara. Enn er tó langt á mál, men allur bati bøtir.

Heimafriður fer tó ikki at sláa seg til tols við, at kommunuarnar framvegis hava møguleikan at stýra larmi sjálvar, men fer at arbeiða fyri, at tað verður hildið eftirlit við virkseminum hjá kommunum til frama heimafriðin hjá fólki.

Heimafriður fer at arbeiða miðvíst fyri, at treytir verða settar til virksemi, sum órógvar heimafriðin hjá fólki, og at rætturin til frið í egnum heimi verður virðismett sum ein mannarættur í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo