Føroya Politi ynskir á Facebook síðu sínari okkum øllum eina friðaliga hvítusunnu. Eisini vísir løgreglan á, at sambært halgidagslógini er dansur og annað ikki loyvt aftaná klokkan 23:45. Her er eitthvørt, sum ikki hongur saman við okkara lóggávu, tí samstundis sleppa fyritøkur, við millióna yvirskoti, at nýta larmandi arbeiðstól, bæði nátt og dag. Um hetta sigur løgreglan seg ikki hava heimild at gera nakað við.
Heimafriður fær um hvítusunnuna klagur um larm fleiristaðni frá. Klagurnar snúgva seg um skip, sum ikki verða løgd til landstreym, hóast landssrtreymur er tøkur. Umframt verður klagað um larmandi bingjur.
Heimafriður sær aftur og aftur, at skip ikki skifta til landsstreym, hóast landsstreymur er tøkur. Tað sær ikki út til at vera annað enn dovinskapur, tí landsstreymur er í fleiri førum tøkur.
Eisini veit Heimafriður um, at flutningsfyritøkur hava frystibingjur koyrandi, sum halda nógvan gang. Umframt liggja fleiri skip og landa í døgndrift við hydraulikkranum, sum gnísta rættiliga illa. Alt hetta eru viðurskifti, sum kunnu rættast upp á, bara viljin er til staðar.
Heimafriður heitir á reiðarar og fyritøkur um at taka atlit til fólk og syrgja fyri, at teirra arbeiðstól ikki eru til ampa fyri fólk nærhendis havnum og arbeiðsplássum.
Umframt heitir Heimafriður á avvarðandi kommunur um at tryggja borgarunum sínum heimafrið.
Myndin er lænt av heimasíðuni hjá kvf.fo
Vegna felagið Heimafrið
Trina Elttør Eysturoy, forkvinna
Tlf.: 271807
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo