Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seinastu vikurnar hevur felagið fingið fleiri klagur úr Ánunum, Kollafirði, Tórshavn og Runavík, um skip, sum halda ov nógvan gang.

Fólk livdu í vónini um at fáa frið í egnum heimi, men kommunala reglugerðin, sum kom í gildi 1. januar 2022, hevur víst í verki, at hon er sett í gildi fyri at rættvísgera larmin við havnaløgini.

Í grundini hevur reglugerðin gjørt tað verri fyri borgarar nær havnaløgunum, tí tá tey nú klaga, so fáa tey bara at vita, at larmurin er innanfyri markið. Kontakta tey umhvørvisstovuna, fáa tey at vita, at kommunan er kærumyndugleiki, og at kommunala reglugerðin er galdandi.

Sambært kommunalu reglugerðini skulu ljóðmátingar gerast, um skipið, sum verður klagað um, fyri síðani at meta um, hvørt skipið skal gera ábøtur til næstuferð skipið kemur til bryggju. Í praksis merkir hetta, at fólk skulu bíða eftir friði út í endaloysi, tí tað eru fleiri hundratals skip, sum potentielt koma til bryggju í Føroyum. Harafturat eru ongar avleiðingar ella revsing fyri at bróta kommunalu reglugerðina. Afturat hesum vaskar okkara umhvørvismyndugleiki hendur og gevur ábyrgdina til kommunurnar at avgreiða og umsita.

Landsstýrismaðurin skal vita, at fólk, sum hava sett sítt álit á, at okkurt fór at batna, hava sæð, at kunngerðin hevur gjørt meira skaða enn gagn.

Trina Elttør Eysturoy
Forkvinna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo