Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað eru nógvir ymiskir skipabólkar, og áhugamálini eru ymisk.

Stórsta trupulleikan hava nokk teir, sum fiska á landgrunninum. Hýran er lág, alt ov lág, og tí gongur illa at manna skipini. Sama støða var í 80´unum. Tá fóru menn í land at smíða.
 
Fiskarí hevur altíð verið upp og niður. Men tey seinastu nógvu árini eru frægastu fiskileiðirnar friðaðar, og tað ger, at inntøkan hjá sjómonnunum minkar beinanvegin. Tað sær ikki út til, at tær leiðir, sum hava verið friðaðar, geva meira fisk. 

Petur Steingrund fiskifrøðingur, legði fram frágreiðing á ársaðalfundinum hjá Føroya Fiskimannafelag. Sum eg skilti tað, so eru enn fleiri avmarkingar í væntu.

Ikki nógvir sjómenn trúgva tí, sum fiskifrøðin sigur. Sjómennirnir eiga eisini at verða hoyrdir.

Neyðugt verður at finna loysnir, sum gera, at hýran økist upp á eitt støði, har skip og útróðrarbátar, uttan trupulleikar, kunnu mannast.

Onkur tosar um, at manningarnar skulu hava fasta hýru. Tað er ikki ein gongd leið. Tí tað at fáa part av veiðuni økir áhugan hjá øllum fyri at fáa sum mest burturúr. 

Minstaløn má tó vera. Men tey viðurskiftini eiga at skipast soleiðis, at hýran bara í undantaksføri er minstaløn. Tá verður tað aftur áhugavert at vera sjómaður.

Sum eg havi skilt á teimum sjómonnum, eg tosi við, so hevði tað at opna fleiri stongd økir, økt veiðu og inntøku til gagn fyri bæði fiskimenn og øll onnur, uttan at fiskastovnarnir høvdu tað verri.

Jonhard Danielsen
Valevni til nevndina í Føroya Fiskimannafelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo