Í morgin leygardagin 21. septembur skipar Hvistan í Suðuroynni fyri einum heilsutúri fyri teimum, ið ikki ynskja at luttaka í 1/2 marathon.
Tað verður gongu, renni, trilli ella súkklutúrur frá busskýlinum á Nesi, og haðani verður farið vestur á Vágseiði - ein túrur, ið er umleið 4 km.
Tankin við tiltakinum er at fáa fólk við til seinasta partin av túrinum hjá teimum, ið renna og ganga 1/2 marathon úr Trongisvági og til Vágs í morgin.
Men eisini at fáa fólk, ið kanska ikki hava mót upp á so langan túr at koma út í góðveðrið, ið veðurfrásøgnirnar boða frá til í morgin, og soleiðis koma við at røra seg og fáa nakað av rørslu inn í gerandisdagin.
Byrjað verður á Nesi kl. 13.00, og øll eru vælkomin við til ókeypis tiltakið, skrivar Hvistan í tíðindaskrivi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo