Heilsurøktarafelagið hevur í kvøld sent Fíggjarmálaráðnum fráboðan um samhugaverkfall.
Tí boðar felagið miðlunum frá.
- Við hesum verður boðað frá, at limir hjá Heilsurøktarafelagnum, sum arbeiða á Landssjúkrahusinum, Klaksvíkar sjúkrahúsið, Suðuroyar sjúkrahúsið og á Almannaverkinum fara í samhugaverkfall á miðnátt í kvøld 2. nov. og 24 tímar fram inntil miðnátt 3. nov 2023, sigur Heilsurøktarafelagið í skrivi sínum til Fíggjarmálaráðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo