Heilsurøktarafelagið heiðraði í vikuni 15 heilsurøktarar og sjúkrahjálparar í Suðuroy, sum hava havt starvsdag.
Mikudagin var hátíðardagur á Hamragarði í Vági.
Heilsurøktarafelagið heiðraði 15 heilsurøktarar og sjúkrahjálparar, sum starvast á Suðuroyar sjúkrahúsi og í Bú- og heimatænastuni í Suðuroy. Hesi vórðu heiðrað fyri at hava verið í sama starvi í somikið sum 25 til 40 ár.
- Vit vildu á hendan hátt viðurkenna hesi fakfólkini og hátíðarhalda tey við eini hugnaløtu á Hamragarði, nú tey hava havt starvsdag. Hjartaliga til lukku, tit øll! sigur Heilsurøktarafelagið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo