Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Útbúgvingin hjá heilsuhjálparum stendur fyri hóttafalli og tískil er alneyðugt at vera á varðhaldi.

Ítøkiliga er talan um at royna ein nýggjan leist til heilsuhjálparaútbúgvingina, kallaður EUV1, har næmingarnir taka útbúgvingina uppá 17 vikur. Næmingarnir fáa eftir hesum leistinum grundútbúgvingina uttan at taka nøkur gymnasial fak. Hetta er, at tey taka danskt á D stigið og náttúrulæru á D stigið.

Heilsuhjálparaútbúgvingin skal sostatt styttast úr 15 mánaðum heilt niður í 17 vikur.! Næmingarnir taka ástøði, ið svarar til 17 vikur, men teir skulu ikki í starvsvenjing!

Fyri tað fyrsta, so merkir hetta, at tey lesandi bert taka helvtina av ástøðiliga partinum av útbúgvingini.

Fyri tað næsta: Vit vita, hvussu neyðugt tað er at seta ástøði og praktiskt arbeiði saman, men nú bumbar mann útbúgvingina aftur hagar, sum hon var, ÁÐRENN heilsuhjálparaútbúgvingin varð sett á stovn í Føroyum.

Og, sum ikki einaferð, skal mann minnast til at lesa tað, sum stendur við smáum: Har stendur nevniliga, at møguleikin hjá heilsuhjálparum at lesa víðari hvørvur, uttan so at ein tekur almennu valfakini aftrat á kvøldskúla. Ja, tað er neyðugt at vera á varðhaldi allatíðina og verja sín fakliga samleika móti slíkum quick fix-lótum! Tað skal altíð verða møguleiki hjá okkara ungu, við lívslangari læring. Verandi útbúgving heldur áfram, fyri tey ið ætla sær víðari til heilsurøktara, saman við hesari útbúgvingini.

Vísandi til, at nevnt verður, at talan er um at góðskriva starvsvenjingartíðina ígjøgnum førleikameting, undrar hetta almikið.

Í samband við, at felagið legði fram uppskot um, at heilsuhjálparanæmingar skulu fáa løn undir útbúgving á sama hátt sum í Danmark, var ein av grundgevingunum ímóti hesum uppskotinum, at ein óttaðist fyri, at læringsúrtøkan ikki kemur at blíva nóg góð. Hetta grundaði mann á, at um næmingar skulu í starvsvenjing í egnum øki og vera partur av normeringini ein part av tíðini, kemur hetta at ganga útyvir læringsúrtøkuna.

Nú er hvørkin talan um, at taka útbúgving til heilsuhjálpara ei heldur er talan um uppskúling til heilsuhjálpara. Her er talan um eina útbúgving, ið flytur alt økið aftur til har mann var áðrenn útbúgvingin kom til Føroyar.

Hvussu kann ein skúlaleiðari siga, at hetta er annað enn ein lættisoppa útgáva av verandi útbúgving? Hvar fór alt tosið um læringsúrtøku hjá næmingunum? Kann landsstýrismaðurin standa inni fyri hesari ætlan?

Eitt er, at mann góðskrivar ein part av starvsvenjingini sum mann longu ger, men at mann tekur alla starvsvenjingina burtur, og letur næmingar koma ígjøgnum útbúgvingina uttan starvsvenjing og við at hálvera ástøðina, her kann eg bara spyrja, hvønn heldur mann at mann kann fáa at trúgva uppá, at ein við hesari nýggju útbúgvingini kann fáa heitið heilsuhjálpari - og somu løn sum upprunaliga útbúgvingin? Hetta kann samstundis elva til, at uppaftur færri fólk vilja kennast við eldraøkið sum fakpersónar.

Nei við hesar ætlan koma vit at hava eina heilsuhjálparaútbúgving, ið líkur krøvini og eina light útgávu av útbúgvingini. Við at stytta útbúgvingina, fer virðingin sama veg:

Nevniliga niður!
Heilsuhjálparafelag Føroya hevur arbeitt fyri at næmingar kunnu fáa løn undir útbúgving, men nú skal okkara uppskot misnýtast til hesa 17 vikurs útbúgvingina.

Ein týdningarmikil partur í útbúgvingini er at skjalfesta/dokumentera og at skilja og fata ein viðhvørt torskildan tekst. Við hesum nýggja leistinum, tekur mann bæði kvalitetin úr røktini og niðurlagar arbeiðið, ið samstundis kann viðføra, at eldraøkið framyvir styggir aðrar fakbólkar vekk.

Tað verður javnan nevnt frá leiðslum og øðrum ábyrgdarpersónum, at tað er týdningarmikið at tosa økið upp. Tað verður truplari og truplari, tá mann samstundis er við til at niðurlaga økið. Hvar er virðingin og tignin fyri heilsuhjálparum, við hesari quick fix loysnini?

Hvat er endamálið við hesum nýggja leistinum? Er tað fyri at fylla skúlaflokkarnar? Ella er tað fyri at ”bjarga” eldraøkinum? Hvønn fyrimun hevur hendan ætlan fyri okkara gomlu?

At vit sum felag, verða presenteraði fyri einum liðugtgjørdum produkti, á útbúgvingarráðsfundi og als onga kunning hava fingið frammanundan, er átaluvert. Tískil er tað sera torført at verða  viðspælarar av somu orsøk.

Í sambandi við ta arbeiðið at fáa løn undir útbúgving, var felagið á fundi við danska formannin í FOA, Torben Hollmann, har vit tosaðu um handan umrødda útbúgvingarleistin.

Hann bað okkum halda okkum til verandi leist og seta inn við stuðli og eyka hjálp, til teir næmingar, ið hava trupulleikar við almennu fakunum.

Mona- Maria Úr Fugloy, deildarleiðari, skrivar í einari grein í farnu viku, at hon hevur havt ábyrgd fyri útbúgving á eldraøkinum undir líknandi verkætlanum í Danmark og var tað als ikki nøkur succes fyri fakligheitina og kvalitetin. Ein slík útbúgving skapar fleiri trupulleikar, sum ikki síggjast beinanvegin og sum leiðarar og starvsfólk koma at brúka tíð uppá at loysa, tíð sum tey ikki hava.

Nei, latið vera við at pilka við okkara útbúgving og fakliga samleika, tí vit fara ongantíð at ganga uppá kompromis við fakligheitini sum heilsuhjálparar.

Heilsuhjálparafelag Føroya
Mary Antonsdóttir, forkvinna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo