Heilsustýrið: Hvussu skapa vit eitt matumhvørvi í Føroyum, sum stuðlar undir sunn val? Hetta var yvirskipaði spurningurin á ráðstevnu, sum Heilsustýrið og Fróðskaparsetrið skipaðu fyri leygardagin.
Nógv fólk høvdu leitað sær oman í Kongshøll, sum var at kalla fullsett leygarmorgunin. Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, setti ráðstevnuna og vísti í síni røðu á, at um borgarar í Føroyum skulu kunna liva sunn lív, er neyðugt við einum felags innsatsi tvørtur um geirar, har myndugleikar, vinnulív og onnur arbeiða saman.
Kostvanar hjá føroyingum
Lagt varð fyri við framløgu av feskum hagtølum um føroyskar kostvanar. Umboð fyri Heilsustýrið legði fram úrslit frá fólkaheilsukanningini ”Hvussu hevur tú tað?”. Úrslitini vóru í høvuðsheitum sum væntað og vístu ávísar munir alt eftir aldursbólki og øki í landinum. Av døgurðamati siga føroyingar seg t.d. eta mest av neytakjøti (tey yngru) og fiski (tey eldru). Tey eldru eta meira epli enn tey yngru. Víst var á ávísar munir í lokaløkjum, har sandoyingar eitt nú eta meira seyðakjøt enn onnur, og vágafólk eta oftari fisk enn aðrir føroyingar. Úrslitini vísa eisini, at samband er millum aldur, kyn og hvussu nógvan orkuríkan mat so sum søtmeti, kips, køku og skundverðir fólk eta.
Eitt sindur meira óvæntað vístu kanningarúrslitini, at bert fáir føroyingar fylgja tilmælunum um at eta frukt og grønmeti hvønn dag, og lutfalsliga nógv fólk eta ongantíð frukt og grønmeti. Frágreiðingin um kostvanar við neyvum tølum verður tøk seinni í heyst.
Innflutningurin fleirfaldaður
Umboð fyri Heilsustýrið og Hagstovuna løgdu síðani fram innflutningstøl fyri útvaldar vørubólkar, sum vístu gongdina seinastu uml. 35 árini. Talan var um tøl fyri innflutning av eitt nú bommi, sjokulátu, kipsi, sodavatni og orkudrykkjum. Fyri allar vørubólkar var talan um ógvusliga fleirfalding, og tá var støðið tikið í innflutningstølum per borgara í landinum. Sum dømi kann nevnast, at í 1989 vórðu innfluttir 10 litrar av sodavatni fyri hvønn íbúgva. Hetta talið var í 2023 63 litrar per íbúgva í Føroyum. Tá er føroysk framleiðsla ikki íroknað.
Norðurlendskt samstarv
Seinni partur av ráðstevnuni legði seg eftir at vísa á samstørv og møgulig amboð hjá myndugleikum fyri at gera átøk, sum kunnu ávirka okkara kostvanar og matumhvørvi. Verkætlanarleiðarin fyri Nordic Diets Network, sum Føroyar eru partur av, greiddi frá norðurlendska samstarvsbólkinum, sum hevur til endamáls at styrkja sambond, samstarv og fremja vitanardeiling tvørtur um Norðurlond í sambandi við eitt nú menning og verkseting av nýggjum almennum kostráðum. Arbeiðið við nýggjum kostráðum tekur støði í NNR2023, sum er vísindaliga grundarlagið fyri føðslutilmælum og kostráðunum í Norðurlondum, og er eitt átak hjá norðurlendska ráðharraráðnum.
Politisk amboð og loysnir
Eitt umboð fyri Nordregio, sum er ein granskingarstovnur undir Norðurlendska ráðharraráðnum, hevði síðani eina framløgu, sum vísti á politisk amboð og loysnir, sum kunnu ávirka brúkaraatferðina og fremja heilsugóð kostmynstur. Í framløguni varð víst á tey fýra a-ini (á enskum), sum eru viðurskifti, ið hava avgerandi ávirkan á okkara val av mati: Appeal, availability, accessibility og affordability. Tvs. hvussu tekkilig er vøran, hvussu tøk er hon, hvussu atkomilig er vøran og hvør er kostnaðurin.
Til seinast varð víst á nøkur politisk amboð, sum kunnu vera viðkomandi í norðurlendskum høpi til at broyta matvanar hjá fólki.
-
Marknaðargrundað átøk kunnu ávirka matvøruprísir gjøgnum skatt og stuðul.
-
Reguleringsátøk kunnu fevna um forboð ella avmarkingar, sum kunnu ávirka útboðið av vørum, sum eru tøkar hjá borgarunum.
-
Nudging-átøk snúgva seg um fyriskipanir, sum ótilvitað leiða brúkaran til at fremja ávís val.
-
Kunningargrundað átøk fevna um amboð, sum hava til endamáls at økja vitanina hjá brúkarunum, at skapa tilvit og førleikar eins og stuðla brúkarunum at broyta sínar kostvanar.
Kjak
Ráðstevnan endaði við kjaki við breiðari umboðan fyri almennar myndugleikar, vinnuna og Setrið. Kjakið førkaði seg í ymsar ættir og nortið varð við nógv viðurskifti, sum høvdu verið viðgjørd í framløgunum. Eingin beinleiðis niðurstøða varð gjørd, men breið semja tóktist vera í panelinum um, at eitt gott stað at byrja, er at seta inn politiskt, soleiðis at vit kunnu tryggja, at okkara yngstu borgarar fáa tilboð um heilsugóðan kost, tá tey eru á stovni og í skúla.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo