Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu: Nú tamarhald tykist vera fingið á koronasmittuni, kenna vit okkum trygg og hava tikið stig til at bjóða vanliga gerandisdegnum vælkomnum aftur. Gerandisdagin, sum vit kendu hann, áðrenn korona gjørdi vart við seg í mars mánaði. Vit fara - eftir vegleiðing frá koronaráðgevingini - at lata meira upp bæði fyri vitjanum á heimum okkara og fyri øðrum virksemi og tilboðum til borgaran.

Frá fríggjadegnum 11. septembur flytur Virkis- og venjingarstovan á Boðanesheiminum inn aftur í høli síni á Boðanesheiminum. Somuleiðis flytur Tjarnarlon inn aftur á Lágargarð, mánadagin 14. septembur. Dagtilboðini verða skipaði sum heildagstilboð.

Tilhaldið Millum Bóla letur upp aftur 14. septembur. Tilhaldini í Tórsgøtu og í Nólsoy lata eisini meira upp. Neyðugt er við tilmelding til skipað virksemi og tiltøk fyri at halda almennu tilmælini um frástøðu. Eisini verður neyðugt at skráseta borgarar, so skjótt er at finna fram til smittukelduna og avbyrgja smittuna.

Venjingar í Badmintonhøllini byrja aftur mikudagin 9. septembur, og venjingar í Fimi byrja hósdagin 10. septembur. Open Gym í Burn byrjar í viku 39. Til allar nevndu venjingar er neyðugt við tilmelding, og venjingin verður tillagað, so tilmælini verða hildin.

Frá týsdegnum 8. septembur lata heimini upp aftur fyri vitjanum og øðrum virksemi, sum var á heimunum áðrenn koronu. Ongar avmarkingar eru viðvíkjandi vitjandi, tó skulu vitjanir framvegis vera í búrúminum, og vitjanir verða skrásettar.

Umráðandi er, at almennu tilmælini um frástøðu og reinføri verða fylgd. Hava vitjandi á okkara heimum ella borgarar knýttir at okkara tilboðum verið út útlondum, skal viðkomandi vera heima fyrstu vikuna, og ein kanning, sum staðfestur, at viðkomandi ikki er smittaður, skal fyriliggja á 6. degi. Eisini skal ein halda seg heima og lata seg kanna, hevur ein sjúkueyðkenni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo