Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hvistan: Hóskvøldið á Jóansøku, verður serligt hugnaligt heilsu- og rørslutiltak fyriskipað í Vági.

Tiltakið er sum ein upptakt, til stóra jóansøkubálið, ið verður seinni um kvøldið.

Tað er rørslufelagið Hvistan í Suðuroynni, sum hevur tikið stig til hetta hugnaliga og øðrvísi tiltakið. 

Byrjað verður við Tríkantin við Sandin í Vági, har ein kann spáka sær ein túr, renna, trilla ella súkkla, ella tað ein nú vil, kring Parkina og Vatnið, áðrenn farið verður yvir til Pálshøll. 

Í Pálshøll eru sauna, dampbað, svimjihylur og nýggju heitu uttandura pottarnir klárir til tey vitjandi, sum eisini fáa okkurt gott ábit og at drekka.

Tiltakið ið er ókeypis byrjar kl. 19.00 og er liðugt umleið kl. 20.30 soleiðis at ein nær at koma inn aftur á Sandin, har jóansøkubál, røða, felagssangur, kakao og bollar vera frá kl. 21.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo