Vanliga eru umboð úr Reykjavíkar kommunu á Vaglinum, tá ið jólatræið verður tendrað. Korona ger, at í ár er einki jólahald, og tí hevur Dagur B. Eggertsson, borgarstjóri í Reykjavík, sent hesa jólaheilsan til børn og vaksin í Tórshavnar kommunu.
Jólatræið á Vaglinum er ein gáva frá Reykjavíkar kommunu, og træið hevur vaksið seg stórt í Íslandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo