Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í dag, 23.februar, eru 100 ár liðin, síðani Dronning Alexandrines Hospital varð tikið í nýtslu.

Grundarsteinurin til Dronning Alexandrines Hospital varð lagdur 13.juni í 1921. Tað var Christian X, kongur, ið legði grundarsteinin. Hospitalið varð kallað upp eftir konu hansara, Alexandrinu drotning.

H.C.W.Tórgarð, arkitektur, teknaði Dronning Alexandrines Hospital, sum framvegis í dag stendur væl og vakurt út móti sjóvarmálanum.

Í løgtingstíðindum fyri januar 1922 sæst, at mett verður, at 40 sjúklingar fara at vera á sjúkrahúsinum í meðal. Byggikostnaðurin var 475.000 krónur, sæst í bóklinginum, ið varð gjørdur, tá Landssjúkrahúsið fylti 80 ár.

23.februar 1924 varð fyrsti sjúklingurin innlagdur á nýggja sjúkrahúsið, og sama dag var fyrsta skurðviðgerðin í nýggju hølunum, skrivar Dimmalætting 16.september 1925.

Í 1962 broytti hospitalið navn, og varð kallað Landssjúkrahúsið. Men gamli bygningurin verður framvegis í dag viðhvørt nevndur Dronning Alexandrines Hospital.

--

Landssjúkrahúsið er fyri alt landið, men tað skerst ikki burtur, at tað fyllir væl í býarmyndini í Tórshavnar kommunu.

Landssjúkrahúsið hevur stóran týdning fyri Tórshavnar kommunu, bæði sum sjúkrahús, arbeiðspláss og viðgerðar - og tænastudepil.

Landssjúkrahúsið er útbygt fleiri ferðir hesi 100 árini. Onkuntíð hevur verið tosað um hvørt tað skuldi ligið onkra aðrastaðni í býnum. Men hjá mær er ongin ivi. Landssjúkrahúsið liggur har tað skal – í náttúruvøkrum øki, sum gagnar bæði sjúklingum og starvsfólkum.

Tórshavnar Kommunan roynir altíð at bøta um viðurskifti og tænastur, ið hava við Landssjúkrahúsið at gera. Eitt nú fer nýggi innkomuvegurin at gera tað skjótari og lættari at sleppa oman á Landssjúkrahúsið.

Í 100 ár hevur Landsjúkrahúsið staðið, sum ein varði í Føroyum og í Tórshavnar kommunu.

Landssjúkrahúsið og alt heilsuverkið eru ein hornasteinur í vælferðarsamfelag okkara.

Hvønn dag, alt árið, eru tit til arbeiðis. Tit eru altíð tøk, og tit eru álitið, tá á stendur, - tað sóu vit, tá koronufarsóttin herjaði.

Fari at ynskja Landssjúkrahúsinum og starvsfólkunum hjartaliga til lukku við 100 ára degnum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, Tórshavnar kommuna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo