Nicolaj Falck og aðrir fáa nú tvey skip afturat uppí flotan.
Teir gjørdu vart við seg um hesa tíðina í fjør, tá teir skipaðu fyri stórfingnum tiltaki í Nólsoy við yvir 1.000 páskareggum, sum børn (og vaksin) kundu koma til bygdina at leita eftir (sí facebookdagføring niðanfyri).
- Og ein skuldi ikki gerast bilsin, um ein møtti einum sjórænara sum tók sær av teimum vaksnu sum royndu at skava inn undir seg, søgdu teir í sama andadrátti.
Tá var tað skipið Lítla Emma, sum teir høvdu fingið til endamálið. Lítla Emma var sokkin í Klaksvík, og teir sluppu at eiga hana, tóku teir hana upp og fóru avstað við henni. Nú hava teir eisini ognað sær 20 tonsaran Bakka Jákup, sum herfyri sakk í Leirvík. Og aftur her vóru treytirnar, at teir tóku bátin upp, og fóru avstað við honum. Harumframt hava teir eisini fingið træskipið Brimnes, og í morgin koma Bakka Jákup og Brimnes til Nólsoyar, upplýsir Nicolaj Falck fyri VP.
- Vit hava stóran áhuga fyri hesum træbátunum, vit vilja fegin varðveita teir, og brúka teir til at ríka um bygdarlívið herúti í Nólsoy. Kanska gera onkran fiskitúr ella okkurt annað, sigur Nicolaj Falck.
Ímeðan Bakka Jákup er bygdur úr furu í Noregi eru Lítla Emma og Brimnes bygd úr Eik í Føroyum.
- Vit hava bátasmið í Nólsoy, og hann fer at hjálpa okkum við at seta skipini í stand, sigur Nicolaj Falck.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo