Yvirskriftin sipar til sjón, ið Esaias profetur fekk, í samband við guddómliga kall sítt.
“Tað árið ið Uzzias kongur doyði, sá eg Harran sita í ógvuliga høgum hásæti, og sleip kápu Hansara fylti templið”, Esaias kap.6.1
Talan er um eina veldiga sjón, sum kann vísa aftur í tíð, sum kann vísa til samtíð profetsins, og sum vísir fram í tíð. “Jesus Kristus er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir”, Hebr.13.8
Og tað kemur fram í næstu versunum, at tað er Kristus, ið Esaias sær, tá ið profeturin frá serafunum hoyrir hetta: “Heilagur, heilagur, heilagur er HARRIN Gud herskaranna – øll jørðin er full av dýrd Hansara” Esaias.kap.6.3
Um Kristus, lærir Skriftin: “av teimum er Kristus komin eftir holdinum, Hann, sum er Gud yvir øllum, signaður í allar ævir.Amen.” Róm 9.5
Í samband við túsundáraríkið, lesa vit í Skriftini, at jørðin ein dag skal vera full av dýrd Kristusar – Ezek.43.2
Jesus sjálvur vísir til sjón Esaiasar, tá hann hevur sín síðsta vitnisburð fyri almenninginum, sum vit kunnu lesa um í Jóhs.evg. kap 12.40-41 Her endurgevur Jesus úr bók Esaiasar, og vísast kann til serliga tvey vers, har víst verður til sjón Esaiasar í seinna versinum:
“Hann hevur blindað eygu teirra og gjørt hjarta teirra hart, so tey skulu ikki síggja við eygunum, og skilja við hjartanum og venda við, so Eg kundi grøtt tey. Hetta segði Esaias, tí hann sá dýrd Hansara og talaði um Hann” Jóhs.kap.12.40-41
Her er tað klárt, at Esaias sær Kristus á trónuni, og hetta samsvarar eisini við tað, ið Esaias sjálvur sigur, tá hann kemur í neyð framman fyri tí livandi Gudi, og sigur: “Vei mær, tað er úti við mær! Tí eg eri maður við óreinum vørrum, og eg búgvi mitt í fólki við óreinum vørrum – og nú hava eygu míni sæð kongin, HARRAN Gud herskaranna” Esaias kap.6,5
Og tað er klárt, at kongurin er Harrin Jesus Kristus. Og tað er Hann, ið er tann Veldigi Gud, ið skjótt kemur í skýnum fyri at taka samkomu Sína heim í dýrdina. Men sum Jesus endurgevur frá Esaiasi, so var hjartað hart í fólkinum, og tað endaði við, at dýrdarinnar Harri varð myrdur.
Eisini í Føroyum eru hjørtini hørð, og andaligu eyguni blind. Synd og vantrúgv útisteingja fullu opinbering og signingar Krists. Mong siga seg kenna Jesus, trúgva á Hann, og biðja til Hansara, men hvussu nógv síggja Hann sum Veldiskongin, hvørs veldi og dýrd skal fylla Himmalin, jarðarríki, Staðin, tann nýggja himmalin og ta nýggju jørðina?
Tann, ið sær Kristus, og sum kemur at kenna Hann, sær Gud, og kemur at uppliva allan tann ríkdóm og vísdóm, ið er í Gudi. Størsta opinbering, eitt menniskja kann fáa, er at síggja Jesus sum Kongin, sum HARRAN Gud herskaranna. Gud i Kristusi!
Esaias kemur í syndaneyð, tá hann sær Veldiskongin, og soleiðis er, tá menniskju møta Jesusi, tá Hann opinberar seg í Síni dýrd.
Men halleluja, Esaias hoyrir hesi undurfullu frelsandi orðini: Hygg, hetta hevur nomið við varrar tínar – skyld tín er burtur, og bøtt er fyri synd tína” Esaias kap.6.7
Hetta eru størstu orð, ið eitt menniskja kann hoyra av Himmalsins hædd, at skyldin er burtur, og at bøtt er fyri syndina!
Vit lesa í Skriftini, at ein dag skal HARRIN úthella náðiandan og bønarandan yvir hús Dávids og yvir tey, sum í Jerusalem búgva, og tey skulu venda eygunum móti Honum, tey hava gjøgnumstungið, Zak.12.10
Tá vendir leividin av jødunum og Ísrael við til HARRAN, og tey koma í syndaneyð og rópa til Hansara!
Og ein dag skulu øll boyggja knø í navni Jesusar: ”og hvør tunga skal játta, at Jesus Kristus er Harri, Gudi Faðir til dýrd” (Filippibr.2.10)
Hetta merkir ikki, at øll ein dag verða frelst, men at øll menniskju, og ein og hvør myndugleiki, má ein dag boyggja seg fyri veldiga frelsaranavnið Guds, og játta Jesus sum Gud, sum Jehova!
Tað er øgiligt at fella í hendurnar á tí livandi Gudi, og tað verður ræðuligt fyri mong ein dag at noyðast í síni fortaptu støðu at játta Jesus sum Harra, uttan at hetta kann frelsa tey! Tað er alneyðugt, at tú sum lesur, boyggir knø fyri Jesusi, meðan tað eitur í dag, og at tú leitar til Jesus, meðan Hann er at finna, og kallar á Hann ta stund, Hann er nær, Esaias kap.55,v.6
Sangurin sigur: “ Fortapt hoyrdust rópa og gráta, tí vreiðin tey rámti so meint. Tey fjøllini bóðu seg fjala, men bønin varð biðin ov seint”
Ver ikki ein, ið vrakar Jesus, men boygg teg fyri Honum, um tú kennir Hann kalla á títt hjartað. Tá skalt tú taka ímóti, tí tá er frelsustund tín komin, og sum tað stendur: “Á teirri tíð, sum Mær toknaðist, bønhoyrdi Eg teg, og frelsudagin kom Eg tær til hjálpar. – Ja, nú er lagalig tíð, nú er frelsudagurin!”.2.Kor.6.2
Táið Andin dregur, skalt tú koma til Jesus, og játta tína synd fyri Honum. Síðan skal tú fylgja Guds Orði eftir, og tá skalt tú uppliva Guds frelsandi megi, sum eisini kemur at umbroyta títt lív, og varðveita teg í hesi sváru endatíð.
Á pinsadegi, táið Andin fall, boðar Pætur frelsuna soleiðis: “Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans”. Ápost.2.38
Og táið heidningarnir fingu gávu Heilaga Andans stendur, at tey hoyrdu tey tala í tungum, og stórliga prísa Gudi. Og soleiðis virkar pinsaeldurin, og tann, ið upplivir pinsaeldin, kann sanniliga rópa Abba Faðir, og prísaður veri Jesus. Hevur tú Anda sonarættarins, so kanst tú av sonnum rópa “Abba! Faðir!”, Róm 8.15
Pinsaeldurin brennur ikki í dag, og enn í dag hoyrist í Andanum sorgin aftaná stóra skilnaðin hjá teim fyrstu pinsavinunum. Mátti pinsaeldurin fallið enn eina ferð, og máttu vit í okkara tíð fingi náði at uppliva tað sama, sum teir fyrstu pinsavinirnir gjørdu í tíðini upp til hæddarpunktið í Arroyo Seco í 1913
Tá skilnaðurin kom í 1916, tók fleirtalið at syngja kenda sálmin, “Holy, holy, holy, Lord God Almighty”, meðan minnilutin varð ekskluderaður. Ein sorgardagur, og enn í dag merkist hesin skilnaður!
Tað stendur í Esaias kap.6.4 at: “Grundin undir durastøvunum skalv, táið rópið ljóðaði, og húsið fyltist av royki”
Jesus kemur eisini skjótt at rista himmal og jørð, tá Hann kemur at opinbera Sína dýrd í afturkomu Síni!
Mátti opinberingin av, hvør Jesus er, rist okkara religiøsa grundvøll, og mátti dýrd Harrans opinbera seg mektiga yvir Føroyaland, áðrenn dagur Harrans kemur!
Jesus kemur skjótt aftur. Ert tú tilreiðar at møta Honum í skýnum?
“Heilagur, heilagur, heilagur er Harrin Gud, hin Alvaldi, Hann sum var, sum er, og sum kemur!” (Opinberingin kap.4.8)
Heilagur er Hann, sum var, heilagur er Hann, sum er, og heilagur er Hann, sum kemur – Harrin Jesus Kristus!
Marana,ta!
Hardi Zacharias Bech
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo