BirkBloggur: Oystercatcher er heitið á verkinum hjá Ole Wich, ið er eitt Shell-flagg frá 1994, sum bleiv til í kjalarvørrinum á vanlukkuni beint sunnan fyri okkum, tá tangabáturin Braer rak og rendi á Sumburgh Head í Hetlandi við 84.000 tonsum av olju umborð. Nú er aftur uppá tal at leita eftir olju. Við frágreiðing er verkið lýst á síðu 503 í avrikskataloginum hjá Ole, sum telur 600 blaðsíður, har elstu verk eru aftast og nýggjastu fremst.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo