Herfyri hevði Hedvig Reynheim 50 ára starvsdag í BankNordik. Í hesum sambandi fekk hon serstøku viðurkenningina Den Kongelige Belønningsmedalje, ið verður latin fyri trúgva, drúgva og sera góða tænastu.
Tann 1. august 1969 byrjaði Hedvig, ið tá var 16 ára gomul, sum næmingur í táverandi Sjóvinnubankanum.
Síðani hevur hon við dugnasemi og eldhuga røkt nógvar ymiskar uppgávur í bankanum í samfull 50 ár.
Í BankNordik-samtakinum eru tey sera takksom fyri at hava so trúføst og dugnalig starvsfólk sum Hedvig, og tí fegnast tey um at kunna heiðra hana við serstøku kongaligu viðurkenningini.
BankNordik takkar Hedvig fyri 50 góð ár og ynskir henni blíðan byr í komandi tíðum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo