Ein hin virðismesti eginleikin hjá einum leiðara er at savna evnaríkar starvsfelagar um seg
- Norman A. Augustine

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Heðin Mortensen varð valdur inn í Tórshavnar býráð 8. desember 1972. Tað merkir, at 1. januar komandi hevur Heðin Mortensen sitið sum býráðslimur í 50 ár.

Hetta er føroyskt met. Heðin Mortensen situr nú fjórða valskeið sum borgarstjóri. Tað er eisini met.

Situr Heðin Mortensen hetta skeiðið út, so hevur hann, tá næsta skeiðið byrjar 1. Januar 2025, sitið í Tórshavnar býráð í tilsamans 52 ár.

Harvið kann Heðin Mortensen eisini taka metið sum longst sitandi býráðslimur í øllum ríkisfelagsskapinum.

Tá býráðsfundurin í gjárkvøldið endaði, kom varaborgarstjórin, sum eisini er formaður í mentanarnevndini, við eini fráboðan, sum eingin visti um.

Annfinn Brekkstein boðaði frá, at í sambandi við 50 ára dagin, verður skipað fyri almennari móttøku í Høllini á Hálsi 3. februar 2023, og tann 25. februar skipar Tórshavnar Musikkskúli fyri eini almennari fagnarkonsert fyri borgarstjóranum í Hátuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo