Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Borgarstjórin, Heðin Mortensen, skrivar í lesarabrævi, at eg sum formaður í Teknisku nevnd í seinastu setu havi ferðast runt í Danmark, Noregi og Íslandi at kunna meg um elbussar, uttan at minnilutin er sloppin við, og setur spurnartekin við mítt minni.

Fyri tað fyrsta, so havi eg tað at siga, at einasti túrur, sum vit á Tekniska økinum í Tórshavnar kommunu skipaðu fyri, var túrurin til Noregs.

Har skal eg upplýsa, at allir limirnir í Teknisku nevnd vóru bodnir við, men tíverri góvu báðir limirnir í minnilutanum avboð.

So at siga, at minnilutin ikki slapp við, er ein beinleiðis lygn.

Til hinar túrarnar er at siga, at tað har var annar fyriskipari við nógvum øðrum luttakarum.

Teir túrarnir vóru til Danmarkar(Roskilde) og Ísland(Reykjavík).

Har kann eg upplýsa Heðin Mortensen, at hann sjálvur luttók á túrinum í Danmark.

Spell, at borgarstjórin skal seta spurnartekin við mítt minni, tá borgarstjórin ikki ein gang minnist sjálvur, at hann var við á túrinum.

Eg havi viðheft eina mynd, sum eg  tók á kunnandi túrinum í Roskilde, har vit síggja borgarstjóran, Heðin Mortensen, koma gangandi út úr tí eina elbussinum, sum vit høvdu verið túr við.

So kann lesarin sjálvur meta um trúvirðið í greinini hjá borgarstjóranum, og hvør av okkum báðum minnist betur.

Jú, mín partur skal ikki liggja eftir fyri at finna rættu loysnina til Bussleiðina.

Vit mugu hava eitt sera gott grundarlag at taka støðu út frá, og vónandi fer tað at eydnast at finna eina framtíðarloysn, sum allir borgararnir verða nøgdir við og sum fer at gagna framtíðini.

Jákup Dam, býráðslimur og fyrrverandi formaður í Teknisku nevnd

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo