Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tvøroyrar kommuna: Enn einaferð heldur danska sjóverjan føstulávintssiðvenjuna og bjóðar børnunum í oynni umborð til tunnusláttur.

Í ár er tað HDMS Thetis, ið seinast var her í 2015, ið leggur at Tvørakei. Tunnuslátturin verður sunnudagin 23. februar og fólk eru vælkomin umborð frá kl. 13:30 og so byrjar tunnuslátturin kl. 14:00

Børnini verða altíð væl móttikin av manningini, ið veruliga tykist at njóta tað, at skipa fyri einum tílíkum tiltaki. Hetta er ivaleyst eitt kærkomið frávik frá vanligu uppgávunum í tí baldruta Norðuratlantshavinum. HDMS Thetis F357 varð tikin í nýtslu 1. juli 1991 og hevur verið í nýtslu síðan. Skipið er 112,3 metrar langt og 14,4 metrar breitt. Umborð búleikast 57 fólk og megnar skipið at flyta hesi aftur og fram við einari toppferð á 22 knob.

Thetis leggur væntandi at Tvørakei kl. 10:00 fríggjamorgunin og fer avstað aftur mánamorgunin kl. 10:00.

Veðurforsøgnin boðar frá fitt av vindi sunnudagin og 3-4 stig og hóast tað skjótt kann broytast, so verður heitt á fólk um at lata seg í eftir umstøðunum.

Tvøroyrar kommuna takkar Arktisk Kommando fyri sítt íkast til trivnaðin í býnum og oynni.

Hjartaliga vælkomin øll somul.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo