Høvuðsvenjarin Jens Berthel Askou hevur fingið annað venjarastarv, og tískil skal besta mansliðið hjá HB hava nýggjan venjara, sigur HB.
- Vit eru sjálvsagt hørm um at missa høvuðsvenjaran, men samstundis errin av at tað arbeiði Berthel hevur gjørt í okkara felag, vekir ans aðrastaðni. Vit takka Berthel fyri alt, og ynskja honum bestu eydnu, nú enn størri avbjóðingar liggja fyri framman.
- Tilgongdin við at seta nýggjan venjara er í gongd, og kunnað verður nærri, so skjótt hetta er komið uppá pláss, sigur HB.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo