Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mynd: FSF.fo

Mynd: FSF.fo

Mynd: FSF.fo

Í morgin verður steypafinalan í fótbólti leikt á Tórsvølli. Harvið verður punktum sett við kappingarárið 2020.

Men FSF hevur helst fingið okkurt at hugsa um og neyðugt er við eini eftirmeting.

Munurin ímillum oddin og botnin í føroyskum fótbólti er meira eyðsýndur nú enn nakrantíð áður.

HB gjørdist í ár føroyameistari við 69 stigum. Hetta er 12 stig frá fullum stigatali.

Fýra lið hava skilt seg út í oddinum. HB, NSÍ, KÍ og B36.

B36 bleiv nr. 4 við 59 stigum. So nógv stig hevur nr. 4 ongantíð havt áður.

Í 2017 gjørdist Víkingur FM vinnari við 52 stigum, ella 7 stig færri enn B36 á fjórða plássi hevur í 2020. Hetta sigur nógv um broytingina í føroyskum fótbólti.

10 stig skilja í ár nr. 1 og nr. 4. Síðani er eitt lop uppá 12 stig niður til Víking á fimta plássi. Men síðani skulu við telja 21 stig fyri at koma til ÍF á sætta plássi.

At fýra tey fremstu liðini eru so langt frammanfyri hini sæst sjálvandi aftur í niðara helmingi av stigatalvuni.

Tvey tey niðastu liðini fingu 10 og 7 stig. Til samanberingar kann nevnast, at í 2008 skuldu 25 stig til fyri at yvirliva í bestu deildini.

Niðari helmingur (ÍF, EBS, TB, AB og Skála) hava í landskappingini í ár leikt 60 dystir móti teimum ovastu fýra.

Av hesum 60 dystunum hevur ”botnurin” ongan dystin vunnið. 59 dystir eru taptir og ein endaði við javnleiki. Tað var 0-0 dysturin millum TB og KÍ á Tvøroyri.

Hóast veikaru liðini kunnu arga tey sterkaru og onkrir dystir millum oddin og botnin hava verið tættir, so hava fleiri dystir í ár verið ”avgreiðsludystir”, uttan stórvegis undirhaldsvirði fyri áskoðaran.

Hetta er ein avbjóðing fyri FSF.

Er tíðin komin at lækka talið av liðum í bestu deildini úr 10 niður í 8, og lata liðini møtast innanhýsis fýra ferðir ístaðin fyri tríggjar innanhýsis uppgerðir?

Um so varð gjørt hevði talið av dystum í bestu deildini minkað úr 135 niður í 112 dystir og vit høvdu fingið 28 ístaðin fyri 27 kappingarumfør.

Tað hevði givið fleiri spennandi oddauppgerðir í kappingini og færri ”avgreiðsludystir”.

Tað hevði helst eisini verið ein fyrimunur fyri næstbestu deildina.

Í dag eru tað B lið hjá feløgum í bestu deildini, ið seta dagsskránna í næstbestu deildini.

Føroyskur fótbóltur hevur ikki tað breidd, ið enskur ella danskur fótbóltur hevur og tað eigur FSF at leggja sær í geyma.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo