Chelsea tryggjaði sær eitt stig í evstu løtu í heimadystinum ímóti Wolverhampton Wanderers í dag.
Dysturin endaði 1-1, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 0-0.
Eden Hazard javnaði fyri Chelsea í 92. minutti, eftir at Raúl Jiménez hevði lagt Wolverhampton á odda 1-0 í 56. minutti.
Chelsea hevur nú 57 stig fyri 29 dystir á 6. plássinum í Premier League.
Chelsea er fýra stig aftanfyri Spurs á 3. plássinum.
Um ein hálvan tíma byrjar dysturin ímillum nummar 4 og 5 í Premier League, Arsenal og Manchester United.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo