Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Í uppskotinum hjá landsstýrinum at skerja tímar verður lagt upp til, at tveir tímar verða tiknir frá hvørjum árgangi frá 1.-9. flokk. Fyrsti og annar flokkur hava ikki so nógvar lærugreinir, nógv teir flestu eru í føroyskum, so tað er hugsandi, at tað er har, tað verður skert. Í tíma- og lærugreinabýtinum sæst, at 1. og 2. flokkur hava 11 tímar í føroyskum, og 3. flokkur hevur 9 tímar. Á heimasíðum hjá skúlunum sæst tó, at tað er ymiskt, hvussu nógvar tímar árgangirnir í roynd og veru hava í føroyskum.

- Siga vit, at 1. og 2. flokkur hava 10 tímar um vikuna í føroyskum, so er tað ein dupulttími um dagin, og tað má lærugreinin føroyskt hava. Serliga í grunddeildini hevur tað í eina tíð verið ein góð tilgongd í føroyskum; vit hava fingið lesivegleiðarar og nógv nýtt og gott tilfar. Hetta hevur lyft føroyskt og eisini førleikarnar at undirvísa í føroyskum.

- Eg dugi ikki at síggja fyrimunirnar at skerja tímatalið í føroyskum. Eftir mínum tykki er tað eitt afturstig at skerja, sigur Asta Wolles, lærari í føroyskum, við Skúlablaðið.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo