Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Á Náttúruráðstevnuni, sum var í Norðurlandahúsinum týsdagin 3. oktober, hevði Sólvá Jacobsen, lívføðingur á Havstovuni, eina framløgu. Hon greiddi frá náttúruni í havinum og um týdningin av at fáa meiri vitan og sostatt betri fatan av, hvussu vistskipanin í havinum hongur saman. Harumframt luttók Hjálmar Hátún, havfrøðingur á Havstovuni, á eini verkstovu um hvussu borgaragransking kann stuðla undir havfrøðiligar kanningar og økja um kunnleika til havið millum fólk.

Tað var Føroya Náttúru- & Umhvørvisfelag, sum skipaði fyri stevnuni, og endamálið var við fyrilestrum og verkstovum at kunna um lívmargfeldið, náttúruna og okkara tilknýti til hana, og at deila vitan og geva íblástur til hvussu broytingar kunnu gerast, ið gagna náttúruni og menniskjum.

Á stevnuni vóru umleið 200 fólk og bæði føroyskir og útlendskir fyrilestrahaldarar greiddu frá m.a. nýggju náttúruverndarlógini, lívmargfeldi og sambandi millum náttúru og sálarheilsu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo