Eg stilli aftur hesuferð upp til býráðsvalið í Tórshavn fyri Javnaðarflokkin.
Eg eri føddur og uppvaksin í Havn, eg havi arbeitt 14 ár sum arkitektur hjá Tórshavnar kommunu. Eg arbeiði í dag sum arkitektur á egnari teknistovu.
Míni størstu áhugamál eru:
-
Bústaðarmøguleikar
-
Barnaansing
-
Umstøður til eldri
-
Umstøður til vinnulívið
-
Frítíðar- og mentanartilboð
-
Ferðslutrygd og vegir
Býarskipan er at leggja øki av til bústaðarendamál, til stovnar, til handlar, til ídnað og til mentanarendamál. Býarskipan umfatar eisini høvuðsvegir. Alt hetta skal gerast í góðari tíð, áðrenn man hevur brúk fyri økjunum. Orsøkin til at man hevur býarplanlegging er, at øll skulu vita, og at øll skulu føla seg trygg við, hvat kemur at henda framman fyri teirra stovuvindeyga.
Eg ynski at gerast limur í byggi- og býarskipanarnevndini. Har kann eg brúka mínar royndir og mína vitan til
Eg biði um tína stemmu. Tín stemma fer til mín, og hevur avgerðandi týdning fyri hvørja góða ávirkan eg kann hava á býin – okkara bý.
Magni E. Dalsgaard
– Valevni til býráðsvalið í Havn á lista C
Mínar valgreinar síggjast á leinkini niðanfyri:
https://www.facebook.com/magni.dalsgaard
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo