Tórshavnar kommuna: Tórshavnar kommuna er til reiðar at taka ímóti Oyggjaleikunum, sum verða í Føroyum 2027.
Kommunan hevur umstøður til at kalla allan ítrótt.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
“Vit hava sera góðar umstøður at hýsa Oyggjaleikunum í 2027. Langhylurin verður liðugur komandi summar. Stórhøllin Við Tjarnir verður liðug í seinasta lagi í januar 2025. Eisini hava vit eina spildurnýggja skjótibreyt. Harumframt hava vit, sum heild, sera góðar umstøður til at kalla allan ítrótt – bæði innandura og uttandura,” sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Borgarstjórin vísur eisini á, at vinnulívið og handilslívið í Havn er væl fyri at taka ímóti teimum túsundtals gestunum, ið Oyggjaleikirnir hava við sær.
“Tænastuvinnan í Tórshavnar kommunu er væl fyri. Her eru nógv gistingarhús, matstovur og handlar, so bæði vinnan og kommunan eru til reiðar til Oyggjaleikirnar 2027,” sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo