Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seinastu árini eru fleiri og fleiri farin at súkkla. Tað er serliga stuttligt at síggja, at fólk í øllum aldri eru farin at súkkla meira.

Tað er nógv, sum talar fyri, at enn fleiri kunnu og fara at súkkla komandi árini. Frástøðurnar í kommununi eru lítlar við 0-5 km til arbeiðis, skúla og frítíðarítriv hjá teimum flestu. Harafturat er tað gott, bíligt, heilsugott og umhvørvisvinarligt at súkkla. Og við elsúkklunum síggjast fólk fara dansandi niðan eftir brekkunum.

Fleiri ynskja eisini at súkkla meira, men halda seg aftur av ymsum orsøkum, eitt nú orsaka av vantandi tryggleika. Fyrst og fremst mugu vit tí gera tað møguligt hjá enn fleiri at súkkla og samstundis føla seg væl og tryggan. Vit skulu upplýsa væl og virðiliga um góðu súkkluleiðirnar, sum longu eru og sum heild skipa ferðsluna burðardygt við denti á ábæru ferðsluna.

Fyrimunirnir við at skipa ferðsluna burðardygt eru so nógvir
Kanningar uttanlands vísa, at evnini hjá børnum at hugsavna seg eru munandi betri, tá tey hava súkklað ella gingið í skúla. Fyrimunirnir kunnu síggjast í upp til fýra tímar! Vit vaksnu eru ikki so øðrvísi, so hugsast kann at sama ávirkan ger seg galdandi okkum.

Kanningar aðrastaðni vísa eisini, at 9 útav 10 foreldur ynskja, at børnini súkkla í skúla. Men aftur, vantandi tryggleikin, umframt brekkur og ov stór fjarstøða ger, at nógv børn ikki súkkla kortini. Umstøðurnar kunnu vit tó broyta, og hetta eiga vit at gera sum skjótast.

Fyri at kommunan skal gerast enn meira súkkluvinarlig eiga vit eitt nú at:

- Upplýsa um verandi gongu- og súkkluleiðir við at leggja hesar í Google Maps

- Útbyggja súkkluleiðirnar áhaldandi á ymsu plássunum í kommununi við nýhugsan í huga, tí tað er ikki allastaðni at pláss er fyri súkklubreytum

- upplýsa bilførarar og súkklandi um góð atlit at taka á vegunum og í ferðsluni

- Byggja súkkluskúrar við ymisk busssteðgipláss, soleiðis at tað lættliga ber til at súkkla til bussin og seta súkkluna frá sær í vardum staði

- Loyva súkklum inn í bussarnar

- Taka burtur nøkur av mongu portrunum, sum forða súkklum og barnavognum eftir grúsgøtum í kommununi

Komandi árini skal fokus aftur á súkkluumstøðurnar í bygdum og býum í Tórshavnar kommunu og á Havnina sum súkklubý. Hvat annað heldur tú, at vit skulu seta í verk fyri at gera súkkluumstøðurnar enn betri?

Elsa Berg
Valevni fyri Tjóðveldi til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo